26.1.17

Tonsatungur sublimitetur

Richard Serra á Tate Modern

Eg skal eitast at skriva uppgávu um hugtakið Tað sublima, og hvussu tað vekir ótta og ræðslu samstundis sum at tað er stórfingið og hugtakandi. Eg fór at hugsa um hesa installatiónina hjá Richard Serra, sum stendur á Tate Modern. Eg havi vitjað installatiónia fleiri ferðir, og hvørja ferð vekir hon eina kenslu av panikk og hugbinding. Tað sær út sum, at tonsatungu pláturnar úr jarni eru á markinum til at skrambla saman, men sambært nágreiniligum útrokningum fara tær ongan veg. Instinktivt havi eg hug at renna avstað, men av forvitni havi eg hug at dvølja. Sublimt.

No comments:

Post a Comment