31.1.17

Ten Meter Tower


16 minuttir av sveittutum lógvum og hjartabankan

26.1.17

Tonsatungur sublimitetur

Richard Serra á Tate Modern

Eg skal eitast at skriva uppgávu um hugtakið Tað sublima, og hvussu tað vekir ótta og ræðslu samstundis sum at tað er stórfingið og hugtakandi. Eg fór at hugsa um hesa installatiónina hjá Richard Serra, sum stendur á Tate Modern. Eg havi vitjað installatiónia fleiri ferðir, og hvørja ferð vekir hon eina kenslu av panikk og hugbinding. Tað sær út sum, at tonsatungu pláturnar úr jarni eru á markinum til at skrambla saman, men sambært nágreiniligum útrokningum fara tær ongan veg. Instinktivt havi eg hug at renna avstað, men av forvitni havi eg hug at dvølja. Sublimt.

17.1.17

Tómir teigar


Abraham Cruzvillegas, Empty Lot á Tate Modern
November 2015

Empty Lot er ein stórur, geometriskur skulpturur, eitt grid av tríkantaðum planturimaverkum fylt við jørð, sum er savnað úr ymiskum parkum í London. Verkið varð installerað á Tate Modern í 2015-16. Í seks mánaðir fekk jørðin í tríhyrningunum sól og vatn. Frá viku til viku broyttust teir - gróður tók við í fleiri av teimum. Installatiónin sigur nakað um markið millum nature og culture, eins og tilvild, broyting og ávirkan.

15.1.17

Hvat so list





Karin Sander, framsýning á I8 í Reykjavík
August 2016

Ein røð av grønmeti og frukt, ið er neglt á veggin. Veggjarprýðingin sær út til at sveima í leysari luft. Uttanfyri framsýningarhølið setti eg mær sjálvum spurningarnar um tað forgeingiliga var gjørt úr plastikki, eins og frukt sýnd fram í vørhúsum, ella um hetta møguliga var eitt slag av fotorealismu. Men hetta er the real deal. Karin Sander nýtir lutir úr gerandisdegnum, og leikandi lætt spælir hon við okkara uppfatan, soleiðis at sansing og sankenning gerast virkin í møtinum við listina hjá henni. Prosessin, frá vernissage til finissage, er avrikið hjá listafólkinum, og aftaná hetta eru verkini ikki til longur.