16.6.15

Celestine. Bókin í maj

Meðan eg lá á strondini í Kuba undir einum pálma við einari kokosnøt í hondini og sólaði mær (!), las eg Celestine eftir danska høvundin Olga Ravn. Tað var syrað at liggja á einari strond meðan eg las hesa heldur løgnu, onkuntíð dapru bók. Men sæð burtur frá at henda norðurlendska, hugtunga bók ikki hóskar til lætta huglagið í Kuba, kann eg heilt vist viðmæla hana. Í pørtum er hon sum at lesa eina langa, umfatandi yrking, umframt at setningarnir leiða tankarnar ímóti gotisku sjangruni. Og ja, don't judge a book by its cover, men húsin er altso flottur.

No comments:

Post a Comment