2.4.15

Lista Hósdagur! Kitsch

Jeff Koons, Balloon Dog (Magenta)
Jeff Koons er amerikanskur listamaður kendur fyri at endurskapa ymiskar lutir, sum til dømis hundin omanfyri, ið er evnaður úr stáli. Tey klóku hava deildar meiningar um Koons; fleiri halda at hann er genialur og hevur stóran týdning í nútímans list, meðan onnur síggja listina sum kitsch og kyniska sjálvpromovering. Vit hava akkurát lisið um kitsch í listasøgu. Eg lærdi skjótt at kitsch hugtakið er nógv meira umfatandi enn tað er í gerandishøpi, m.a. við at lesa greinar hjá Clement Greenberg. Í gerandishøpi verður kitsch brúkt um minni góða list, ið er yvirdrivið pyntað ella sentimental, men kann virðismetast uppá ein ironiskan ella vitandi máta. Greenberg sá eitt rák í samfelagnum at avant-garde og modernistisk list tók seg upp, og hann helt at rákið var orsakað av konsumerismu, ið gjørdi samfelagið býttari. Konsumerisma vaksur, fólk gerast býttari og listin fylgir við. Hetta er eitt ordiliga stutt innlit í kitsch hugtakið, og er bert eitt lítið hugarensl ein gráan hósdag.
Beint nú er ein Koons framsýning á Pompidou sentrinum her í París. Eg og Maibritt vitjaðu, og framsýningin royndst væl. Mín áhugi er serliga knýttur at modernistiskari og nútímans list, og mær dámdi ordiliga væl at síggja allar ready-made lutirnar og ovurstóru skulpturarnar.

No comments:

Post a Comment