9.4.15

Soap & Glory Archery

Eitt av seinastu postunum áðrenn vit hvurvu úr blogg-verðini snúði seg um brýr. Eg havi roynt eitt sindur av hvørjum í dýrara og bíligara endanum, men eg haldi at eg havi funnið produktið, ið ger tað sum tað skal og ikki kostar ein bóndagarð: Archery Brow Tint and Precision Pencil frá Soap and Glory í litinum Blondeshell. Pennurin gevur eitt neutralt og natúrligt úrslit, og tað er lætt at tekna brýnar upp við penninum. Eitt er vist: eg fari at hamstra heim við meðan eg eri uttanlands.

No comments:

Post a Comment