26.3.15

Lista hósdagur! Surrealisma


David E. Scherman, Lee Miller í baðikarinum hjá Hitler
Vit halda áfram í surrealistiska sporinum, hesuferð við Lee Miller. Myndin omanfyri er ikki ein hjá henni, og tað kann diskuterast um myndin er surrealistisk ella ikki, men hon sigur eina søgu. Upprunaliga var Miller modell fyri Vogue Magazine umframt at vera musa hjá fleiri surrealistiskum listamonnum. Hetta gjørdi hana áhugaða í fotografi, og hon byrjaði sjálv at taka myndir, herímillum fyri Vogue. Vogue sendi hana til Týsklands at skriva um 2. Veraldarbardaga, og Miller og samstarvsfelagi hennara, David E. Scherman frá Life Magazine, vóru við tá amerikonsku hermenninir fóru inn í Munchen. Miller hevði í fleiri ár gingið við adressuni hjá Hitler í lummanum, og um hon skuldi hava møguleikan at vitja, mátti tað vera nú. Hon og Scherman hildu til í íbúðini í tríggjar dagar. Aftaná fóru tey í íbúðina hjá Evu Braun og Stalin. Myndin omanfyri er frá uppihaldinum heima hjá Hitler - Lee Miller í baðikarinum hjá der Fuhrer. Vinstrumegin stendur ein mynd av honum og høgrumegin er ein klassisk standmynd av einari kvinnu.

No comments:

Post a Comment