19.3.15

Lista hósdagur! Surrealisma

Méret Oppenheim - Le Déjeuner en fourrure (1936)
Eg haldi at eg fari at royna eitt nýtt innslag hósdagar. Umframt (ella ístaðin) at hava "Óførur hósdagur" við eini 15-20 myndum, posti eg eina mynd ella tvær við einum stuttum teksti, ið á ein ella annan máta knýta seg til lesnaðin hjá mær í listasøgu. Kvalitetur ístaðin kvantitetur, sum tey siga.

Fyri nøkrum vikum síðani høvdu vit undirvísing um surrealismu, og eg havi verið bergtikin av rørsluni síðani. Fór beint at keypa bókina Nadja (1928) eftir André Breton, og havi lisið mangt og hvat um listina. Serliga dámar mær tann feministiska partin av rørsluni. Her kunnu nevnast myndakvinnur sum Claude Cahun og Lee Miller og ikki minnst Méret Oppenheim, ið er listakvinnan handan háruta ready-made lutin omanfyri. Hugskotið til verkið var ein samrøða millum Oppenheim, Picasso og Dora Maar, og verður lýst sum eitt verk, ið býður av hugburðar um feminismu.

No comments:

Post a Comment