Eg havi Arkitektur sum síðufak, og fyri nøkrum vikum síðani vitjaðu vit ymiskar bygningar, ið Le Corbusier hevur sniðgivið. Eg eri bergtikin av meginpartinum av bygningunum hjá Le Corbusier og hansara modernistiska tilgongd til arkitektur. Siti júst og skrivi uppgávu um ein av bygningunum hjá honum. Her eru nakrar myndir, ið eg havi tikið í Maison La Roche og Appartement-atelier de le Corbusier
Fyrst vitjaðu vit Maison La Roche (1925)
![]() |
Køkurin tá í tíðini var ikki tað sama sum hann er í dag |
![]() |
Borðstova - til gestir og veitslur |
![]() |
Borðstovan við innbygdum borði |
![]() |
Le Corbusier var eisini listamaður. Tekningar og skitsir hjá honum prýða gongina í bygninginum. |
![]() |
Le Corbusier vildi fegin hava eina høga song, soleiðis at hann kundi hyggja út ígjøgnum vindeygað tá hann vaknaði. |
![]() |
LC2/3 stólurin, ið var designaður í 1928 til La Roche heimið. Charlotte Perriand hevði nógv at gera við design-prosessina, og verður í dag av nógvum mett at vera rætti designarin av stólinum. |
![]() |
Litfjøl heima hjá Le Corbusier. Her síggjast ymisk litirnir sum veggirnir hava verið málaðir ígjøgnum tíðina. |
No comments:
Post a Comment