31.3.15

II Á Instagram dámar mær væl at fylgja...

Kröller-Müller Museum (NL)
Museum Boijmans Van Beuningen (NL)
Den Frie Udstillingsbygning (DK)
Nacionalinè Dailès Galerija (LT)

Tate Britain (EN)
KODE (NO)
Louisiana Museum of Modern Art (DK)
Meg minnist einaferð á Ólavsøku tá eg var eini 6-7 ár. Familjan fór at hyggja at Ólavsøkuframsýningini á Listasavninum. Fyri meg var hetta hol í høvdið. Har var hvørki ballónir, poppkorn, tombola ella 21-spæl. Ístaðin var proppað av vaksnum fólkum, ið prátaðu vaksnamanna-prát, tað var forferdiliga heitt og hetta fekk klæðini at skriða eyka nógv. Eg fekk gott nokk eina gula sodavatn, men hetta var als ikki tað, sum Nalja sang um í útvarpinum. Tað gekk ein tíð áðrenn eg hættaði mær á listasavn aftur, og tað er einki at siga til aftaná hesa dramatisku hending. Men hygg at mær nú - listasøgulesandi! Í hesum høpi havi eg av og á lisið um sambandið millum børn og list og hvussu man kann kuratera eina framsýning til børn. Eg hevði enntá heiðurin av at hava ein fingur við í spælinum tá Savnsfagnaður var á Listasavninum. Tað sýnist sum at fleiri søvn gera meira burturúr at formidla list til teir yngru gestirnir, og hetta haldi eg er gott og týdningarmikið. List er ikki bara fyri fínarimpurnar men fyri ung sum gomul, stutt sum long. Eitt fyrimyndarligt dømi er Instagram-profilurin Rock That Museum Kid! Profilurin deilir myndir av børnum á listasøvnum - her ber til at síggja smíl, list og eitt sindur av fjáki. Tá myndirnar koma upp á mínum feed gerist eg glað tí eg haldi at tað er feitt at síggja børn samvirka við listina (...og tey eru mega kjút)

Rock that museum kid er at finna á Instagram undir rockthatmuseumkid og HER

No comments:

Post a Comment