31.3.15

II Á Instagram dámar mær væl at fylgja...

Kröller-Müller Museum (NL)
Museum Boijmans Van Beuningen (NL)
Den Frie Udstillingsbygning (DK)
Nacionalinè Dailès Galerija (LT)

Tate Britain (EN)
KODE (NO)
Louisiana Museum of Modern Art (DK)
Meg minnist einaferð á Ólavsøku tá eg var eini 6-7 ár. Familjan fór at hyggja at Ólavsøkuframsýningini á Listasavninum. Fyri meg var hetta hol í høvdið. Har var hvørki ballónir, poppkorn, tombola ella 21-spæl. Ístaðin var proppað av vaksnum fólkum, ið prátaðu vaksnamanna-prát, tað var forferdiliga heitt og hetta fekk klæðini at skriða eyka nógv. Eg fekk gott nokk eina gula sodavatn, men hetta var als ikki tað, sum Nalja sang um í útvarpinum. Tað gekk ein tíð áðrenn eg hættaði mær á listasavn aftur, og tað er einki at siga til aftaná hesa dramatisku hending. Men hygg at mær nú - listasøgulesandi! Í hesum høpi havi eg av og á lisið um sambandið millum børn og list og hvussu man kann kuratera eina framsýning til børn. Eg hevði enntá heiðurin av at hava ein fingur við í spælinum tá Savnsfagnaður var á Listasavninum. Tað sýnist sum at fleiri søvn gera meira burturúr at formidla list til teir yngru gestirnir, og hetta haldi eg er gott og týdningarmikið. List er ikki bara fyri fínarimpurnar men fyri ung sum gomul, stutt sum long. Eitt fyrimyndarligt dømi er Instagram-profilurin Rock That Museum Kid! Profilurin deilir myndir av børnum á listasøvnum - her ber til at síggja smíl, list og eitt sindur av fjáki. Tá myndirnar koma upp á mínum feed gerist eg glað tí eg haldi at tað er feitt at síggja børn samvirka við listina (...og tey eru mega kjút)

Rock that museum kid er at finna á Instagram undir rockthatmuseumkid og HER

30.3.15

Dubnobasswithmyheadman

Plátan hjá Underworld dubnobasswithmyheadman hevur 20 ára føðingardag í ár, og í tí høpi turnera teir kring heimin og spæla útgávuna. Knút og eg vóru á konsert tá teir steðgaðu í París, og tað var ein forferdiliga feit uppliving. Umframt at spæla alla dubnobasswithmyheadman endaðu teir við HESUM klassikaranum. Visuelt var konsertin eisini góð, og tað sá feitt út tá sangirnir byrjaðu við, at heitið var varpað á bakgrundina.

28.3.15

Ynskilisti

Celestine, Olga Ravn // Girlboss, Sophie Amoruso // We Should all be Feminists, Chimamanda Ngozi Adichie // Diptyque ljós // Soap & Glory Archery Brow Filling Pencil í Blondeshell // Moroccan Oil Light
101 Danske Designikoner, Lars Dybdahl  // Shu Uemura Eyelash Curler // Grønt te // Helena Rubenstein Maskara // Albert Camus, Pestin // The Grand Budapest Hotel filmin og annars gávukort til biografin // Hondkrem
Burberry Eyeshadow í Pale Barley // Alene Hjemme, Kirsten Hammann // The Body Shop Camomile  Cleansing Butter // Rester, Biler og dyr (her savnað í einari bók), Helle Helle // Nars Pure Radiant Tinted Moisturizer í Finland // Notesbøkur í alskyns litum og mynstrum

Føðingardagurin hjá mær nærkast í heilum, og standandi spurningurin hesa tíðina er hvat eg ynski mær. Her havi eg savnað nøkur ynski saman, ið eisini kunnu brúkast sum íblástur til gávur.

27.3.15

Yes Please, Amy Poehler

Eg eri liðug at lesa High Fidelity. Nú eri eg farin í gongd við Yes Please hjá Amy Poehler. Eg las helmingin av bókini í januar, men so legði eg hana frá mær og fekk ikki upp í lag at fara í gongd aftur fyrrenn nú. Kanska sigur tað eitt sindur um hvat mær dámar bókina, men lat meg nú ikki siga ov nógv. Eg mangli enn seinna helming. Og mær dámar væl Amy Poehler. Og eg elski Parks & Recreation. Og nú tá eg eri byrjað, kann eg líka so gott lesa hana lidna. Vit fáa at síggja

26.3.15

Lista hósdagur! Surrealisma


David E. Scherman, Lee Miller í baðikarinum hjá Hitler
Vit halda áfram í surrealistiska sporinum, hesuferð við Lee Miller. Myndin omanfyri er ikki ein hjá henni, og tað kann diskuterast um myndin er surrealistisk ella ikki, men hon sigur eina søgu. Upprunaliga var Miller modell fyri Vogue Magazine umframt at vera musa hjá fleiri surrealistiskum listamonnum. Hetta gjørdi hana áhugaða í fotografi, og hon byrjaði sjálv at taka myndir, herímillum fyri Vogue. Vogue sendi hana til Týsklands at skriva um 2. Veraldarbardaga, og Miller og samstarvsfelagi hennara, David E. Scherman frá Life Magazine, vóru við tá amerikonsku hermenninir fóru inn í Munchen. Miller hevði í fleiri ár gingið við adressuni hjá Hitler í lummanum, og um hon skuldi hava møguleikan at vitja, mátti tað vera nú. Hon og Scherman hildu til í íbúðini í tríggjar dagar. Aftaná fóru tey í íbúðina hjá Evu Braun og Stalin. Myndin omanfyri er frá uppihaldinum heima hjá Hitler - Lee Miller í baðikarinum hjá der Fuhrer. Vinstrumegin stendur ein mynd av honum og høgrumegin er ein klassisk standmynd av einari kvinnu.

25.3.15

Olsen Olsen Rendezvous

Knút Háberg Eysturstein hevur tikið myndirnar
Hetta hevur verið longsta tíðarskeiðið Sunnvá og eg hava verið frá hvørjum øðrum nakrantíð. Um 8 dagar eru vit saman aftur, og vit fara at hertaka París og alt, sum býurin hevur at bjóða. Píka, dekan, faka sum eg gleði meg

22.3.15

Á Instagram dámar okkum væl at fylgja...

Ida Lærke! Ida Lærke tekur estetiskar myndir av gerandislívinum og postar tær á Instagram. Hon dugur nøkur ting við kompositión, effektum og filtur, ið gera myndirnar til nakað serligt. Hetta ítrivið hevur givið henni fleiri túsindavís av fylgjarum á Instagram. Sunnvá og eg hava fylgt henni í eitt longri tíðarskeið, og um tú hevur hug at prýða títt Instagram-feed við einkultum, vøkrum snarmyndum burdi tú eisini.











Instagram profilurin hjá Ida Lærke er at finna her.
Brúkaranavnið hjá henni er "idalaerke"
Umframt Instagram, bloggar hon eisini her

20.3.15

Le Corbusier

Eg havi Arkitektur sum síðufak, og fyri nøkrum vikum síðani vitjaðu vit ymiskar bygningar, ið Le Corbusier hevur sniðgivið. Eg eri bergtikin av meginpartinum av bygningunum hjá Le Corbusier og hansara modernistiska tilgongd til arkitektur. Siti júst og skrivi uppgávu um ein av bygningunum hjá honum. Her eru nakrar myndir, ið eg havi tikið í Maison La Roche og Appartement-atelier de le Corbusier

Fyrst vitjaðu vit Maison La Roche (1925)

Køkurin tá  í tíðini var ikki tað sama sum hann er í dag
"Five points on a New Architecture" eru fimm reglur, ið Le Corbusier fylgdi fyri at gera tað perfekta "house as a machine for living". Herímillum er reglan um at hava vindeygu horisontalt ígjøgnum húsið
Borðstova - til gestir og veitslur
Borðstovan við innbygdum borði
Síðani vitjaðu vit Appartement-atelier de le Corbusier (1931-34)
Le Corbusier var eisini listamaður. Tekningar og skitsir hjá honum prýða gongina í bygninginum. 
Le Corbusier vildi fegin hava eina høga song, soleiðis at hann kundi hyggja út ígjøgnum vindeygað tá hann vaknaði.
LC2/3 stólurin, ið var designaður í 1928 til La Roche heimið. Charlotte Perriand hevði nógv at gera við design-prosessina, og verður í dag av nógvum mett at vera rætti designarin av stólinum.
Litfjøl heima hjá Le Corbusier. Her síggjast ymisk litirnir sum veggirnir hava verið málaðir ígjøgnum tíðina.

19.3.15

Lista hósdagur! Surrealisma

Méret Oppenheim - Le Déjeuner en fourrure (1936)
Eg haldi at eg fari at royna eitt nýtt innslag hósdagar. Umframt (ella ístaðin) at hava "Óførur hósdagur" við eini 15-20 myndum, posti eg eina mynd ella tvær við einum stuttum teksti, ið á ein ella annan máta knýta seg til lesnaðin hjá mær í listasøgu. Kvalitetur ístaðin kvantitetur, sum tey siga.

Fyri nøkrum vikum síðani høvdu vit undirvísing um surrealismu, og eg havi verið bergtikin av rørsluni síðani. Fór beint at keypa bókina Nadja (1928) eftir André Breton, og havi lisið mangt og hvat um listina. Serliga dámar mær tann feministiska partin av rørsluni. Her kunnu nevnast myndakvinnur sum Claude Cahun og Lee Miller og ikki minnst Méret Oppenheim, ið er listakvinnan handan háruta ready-made lutin omanfyri. Hugskotið til verkið var ein samrøða millum Oppenheim, Picasso og Dora Maar, og verður lýst sum eitt verk, ið býður av hugburðar um feminismu.

18.3.15

High Fidelity! Bókin í marts

Flestu av tykkum hava væntandi sæð filmin High Fidelity (um ikki, so burdu tit hugt at honum beint nú). Filmurin er baseraður uppá bókina eftir Nick Hornby (1995). Eg lesi hana nú, og eg eri bitin. Hon er serliga áhugaverd um man veit eitt ting ella tvey um tónleik, og man kann argumentera fyri at vinyl er feitasta tónleika-formatið nakrantíð. Mær dámar væl at lesa hana; hon er løtt, stuttlig og original. Fylt við tónleika og film referansum, topp 5-listum, bretskum gerandisdegi, hartasorg og dumma-lagi.
Hetta er annars mín marts-2015 bók. Eg havi havt eitt projekt koyrandi síðani 2012, ið eitur "Ein bók um mánaðin". Tað hevur gingið væl higartil at hildið meg til tað. Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, og fleiri sum eg kenni lesa minst eina bók um vikuna, men fyri okkum onnur er hetta akkurát fyri. Og eftir 3 ár er knokkurin hjá mær 38 bøkur ríkari.

17.3.15

Björk - Lionsong

Feitt videolag til sangin "Lionsong" frá nýggju plátuni við heitinum Vulnicura frá Björk.
Eg havi ikki lurtað eftir nýggju plátuni (enn), men eri spent at hoyra. Umframt nýggju útgávuna, hevur Björk eisini verið frammi í samband við kvinnur og tónleikaídnað. Knút skrivaði eina grein á blogginum hjá sær um kynsleiklutir í populertónleiki, ið heilt vist er verd at lesa og er at finna HER
Eins og húsin til The Gentlewoman er fantastiska flottur. Ætli heilt vist at ogna mær eitt eintak um eg detti framvið eitt slíkt her í París. Havi eisini hoyrt nógv gott um blaðið The Gentlewoman - at innihaldið faktiskt er áhugavert í mun til onnur kvinnubløð, ið eg haldi ofta kunnu verða heldur einkisigandi.