2.6.14

Moonrise Kingdom


Myndaheimurin hjá Wes Anderson er heilt serligur. Filmarnir hjá honum eru serliga kendir fyri teirra sermerktu visuellu síðu og frásøgugongd. Nú ein dagin vóru vit í biograf og hugdu at Grand Budapest Hotel, og um tær dámar Wes Anderson fert tú allarhelst eisini at dáma Grand Budapest Hotel. Eg var í hvørfall fan! Myndirnar omanfyri eru úr filminum Moonrise Kingdom og vísa hvussu Anderson arbeiðir við litum, symmetri og serligum (kitsch) lutum.