26.4.14

Brýr

Elizabeth Taylor

Brooke Shields
Audrey Hepburn
Beyoncé
Flottu damurnar omanfyri hava ótrúliga flottar brýr! Ikki allar kvinnur eru vælsignaðar við flottum brúm sum útgangsstøði, men sum oftast kann man fáa nógv burturúr við at arbeiða við tí, sum man hevur. Mín ferð innan økið hevur leitt meg ígjøgnum eina rúgvu av produktum. Fyrst brúkti eg eygnaskugga at markera brýrnar við. Eg brúkti Charcoal Brown men fór síðani at brúka Omega, tí fyrrnevndi var ov myrkur. So royndi eg meg við Brow Drama maskara frá Maybelline, og dámdi væl at úrslitið ikki gjørdist so 'puturligt', men við hesum riggar ikki at fylla brýrnar út. Eftir tað royndi eg ELF Studio Eyebrow Kit í eina viku ella tvær, men hetta var ov ólagaligt at arbeiða við. Nú havi eg brúkt Anastasia Brow Wiz í skjótt ein mánaða, og eg eri seld. Náttúrligt úrslit, lætt at arbeiða við og gott litúrval. Dýrt, men gott. Hourglass Arch Brow blýanturin hevur fingið sera góð ummæli og viðmæli frá vakurleika-bloggarum, og hetta er eisini tann næsti sum eg kundi hugsað mær at roynt.


18.4.14

Printa títt egna gávupappír

Eg elski DIY projekt, og serliga tey sum enda við at síggja eitt sindur professionell út. Tí dámar mær eisini serstakliga væl heimasíðuna Mini-eco, ið er ein forferdiliga kul heimasíða við alskyns DIY-projektum. Gávupappír, origami, kort til serlig høvi og guirlandir er bert eitt lítið úrval av projektunum, ið man kann finna uppskriftina til á Mini-eco.
Í trá við áhugan fyri DIY-projektum, dámar mær eisini at gera eitt sindur eyka burturúr tá gávur skulu pakkast inn. Á Mini-eco ber til at printa gávupappír við ymiskum mynstrum. So einki pappír at pakka gávurnar inn við? Einki problem, printa bara eitt av hesum út. Leinkjur til postini um DIY-gávupappír eru her og her

17.4.14

Óførur hósdagur


Trýst á 'Read more' fyri at síggja fleiri myndir

14.4.14

Girls - Beach House

Á blogginum nú ein dagin rósti eg bólkinum Haim fyri seriuna í videolagnum til lagið If I Could Change Your Mind. Og nú er ein onnur seria á skránni á Olsen Olsen. Vit báðar fylgja við í Girls, og parturin Beach House í sesong 3 var ótrúliga góður. Eitt, sum gjørdi henda partin serligan, var tá tær fýra vinkonurnar læra seg eina seriu og framføra hana.
Nú ein dagin datt eg framvið eitt video, har koreografurin handan seriuna fer ígjøgnum allar rørslurnar, so til ber at læra seg dansin. Hvør veit, kanska verður hetta tær nýggju 'Saturday Night Fever'-moves. Hetta er í hvørfall stuttligt at hyggja at

13.4.14

Ynskilisti


Eg havi føðingardag seinast í hesum mánaðinum, og eg gleði meg sum eitt lítið barn. Mungi javnan eftir lagkøku frá Kaffihúsinum eftir gomlu uppskriftini hjá Frants Restorff, ið eg endiliga fari at kunna eta á degnum.
Fleiri hava latið meg vita, at eg eri torfør at keypa gávu til. Kanska serliga tí at um eg ynski mær okkurt, keypi eg tað aloftast sjálv. Kortini havi eg megnað at savna ein lista av ynskjum, og vænti at fleiri verða glað fyri hann. Her er bæði dýrari lutir, ið eg droymi um at eiga, og ymiskt fyri ein meira rímiligan penga. Eg fylli heili 26 ár, og gleði meg at síggja hvat árið hevur í væntu fyri meg og míni.

11.4.14

HAIM - If I Could Change Your Mind


Tað kann gott vera at tað regnar og hevur regnað í allan dag, men inni er turt og heitt, Mini Egg eru í búkinum og gott lag er á skránni. Gott lag bæði so og so, tí hetta lagið er friggin' gott! Serliga dámar mær eisini flottu seriuna í videolagnum. Full-screen og volume'una upp! Gleði meg at hoyra hesar damurnar á Roskilde Festival 2014.

10.4.14

Hilma af Klint á Louisiana

Louisiana er eitt fantastiska vakurt stað og listasavnið hevur nógvar áhugaverdar framsýningar ígjøgnum árið. Eg má fara at leggja leiðina framvið og hyggja at nýggju framsýningini Hilma af Klint. Mær dámar ótrúliga væl abstraktu listina hjá Hilmu Klint. Pastell og klárir litir, øðrvísi motiv og format, og ikki minst hugmyndaheimurin í myndirnar eru partur av. Vitanin um religión kemur til sín rætt í samband við hugmyndaheimin hjá Hilmu, ið er rótfest í spiritismu og øðrum parapsykologiskum rørslum.
Á vitjanini skal eg heilt vist vitja handilin á Louisiana fyri at keypa eina plakat ella tvær og nøkur postkort.

Á niðastu myndini sær man hvussu stórar myndirnar eru. Eg vænti, at tað er nakað heilt serligt at síggja tær í veruleikanum - tá man fær tikið bæði stødd, litir, heildarfatan og smálutir inn. Til ber at vitja framsýningina til 6. juli.
Til ber at síggja myndir frá seinasta túrinum hjá okkum á Louisiana her. Tá var serframsýningin Half-a-Wind Show hjá Yoko Ono.

9.4.14

Chloé


Eg havi ynskt mær klassisku Chloé parfumuna leingi. Kortini havi eg ivast ov nógv til sjálv at keypa hana - fari eg at brúka hana, er hon pengarnar verd, hvussu angar hon á mær, hvussu heldur hon ígjøgnum dagin; nokk av spurningum til at útseta avgerðina. Men avgerðin varð skjótt tikin tá eg sá henda pakkan við mini-fløskum av fýra ymiskum Chloé parfumum á flogvøllinum á veg til Føroyar. Nú ber til at royna tey ymisku sløgini, og ein sovorðin lítil fløska er drúgv. Higartil dámar mær sera væl See By Chloé