10.3.14

Eina bók um mánaðin

Málið hevur verið vent fyrr á Olsen Olsen: at lesa eina bók um mánaðin! Fleiri hava vent sær til mín og greitt frá at tey hava tikið hugskotið um at lesa eina bók um mánaðin til sín. Fyri at halda ætlanini/uppskotinum við líka komi eg hervið við eini dagføring av hvørjum eg havi lisið seinastu tíðina. Í ár havi eg lisið:
  • Fremmandamaðurin, Albert Camus
  • Laterna Magica 2, Ingmar Bergman 
  • Veggurin, Marlen Haushofer
  • Øksin, Mihail Sadoveanu
Og í morgun kom postmaðurin við Tíðin við víkjandi ljósi av Eugen Ruge. Tríggjar av bókunum havi eg fingið sendandi ígjøgnum bókaklubban hjá Sprotanum. Tað er altíð gleðiligt at fáa post frá Sprotanum, tí aloftast er ein áhugaverd bók at finna, ið eg væntandi ikki hevði lisið annars. Serliga Veggurin av Marlen Haushofer dámdi mær væl. Og um man frammanundan veit eitt sindur um heimin hjá Camus, er Fremmandamaðurin ein fragd at lesa.

No comments:

Post a Comment