4.3.14

DIY marmor-erskja

Marmor er nógv at síggja í innrætting fyri tíðina, og kann verða heldur dýrt at keypa nýtt. Omanfyri er ein leiðbeining til, hvussu man kann fáa marmor-rákið í heimið hjá sær sjálvum fyri ein bíligan penga. Pernille frá blogginum Pagik hevur gjørt eina DIY leiðbeining til at gera eina marmor erskju, og í seinastu viku fór eg sjálv ígongd við verkætlanina. Hetta var ótrúliga lætt og skjótt at gera, og eg haldi at erskjan er prýðilig.
Tú skalt brúka:
- Saks
- Sjálvklistrandi plastfilm í hvítum og í marmor-mynstri
- Eina erskju
Erskjan hjá mær var upprunaliga grøn við mynstri á, so fyri at fjala hetta heilt má hon klæðast tvær ferðir - fyrst við hvítum plastfilmi, og síðani marmor.



Mannagongd:
-  Máta hvussu nógvan plastfilm tær tørvar við at stilla erskjuna á plastfilmin. Hetta skal gerast bæði við tann hvíta plastfilmin og marmor-plastfilmin.
- Síðani skal merkjast av á plastfilminum, hvar hornini á erskjuni eru. Klipp hornini úr filminum, men lat um 1 cm sita eftir á einari síðu. Hesin cm skal boyggjast um hornið á erskjuni so skiftið er javnt allan vegin runt.
- Klæð erskjuna við hvítum plastfilmi
- Klæð erskjuna við marmor plastfilmi

Útgerðin er løtt at fáa fatur á. Vit hava keypt sjálvklistrandi plastfilm við marmor-mynstri (í ymiskum litum enntá) og hvítan plastfilm í Amager Isenkræm, og til ber at keypa erskjur í ymisku støddum í Tiger og Søstrene Grene. Nú er bert eftir hjá tykkum at fara í gongd. Góðan byr

2 comments:

  1. Hon undirstrikar veruliga trekkini hjá Nick. Mey - men kulens, havi eisini hugsað um at gjørt eina!

    ReplyDelete
  2. Wehey, ja, tað ger hon. Nick, Susie Bick og marmor! Tað er easy-peasy at klæða erskjuna, serliga fyri ein snilling sum tú

    ReplyDelete