27.3.14

Longu hósdagur?

Hendan vikan hevur verið pakkað við øllum møguligum praktiskum ørindum og uppgávum, og tað kennist ikki sum vikuskiftið stendur fyri durum (kebab) í morgin. Og so slettis ikki tá eg skal luttaka í einum tiltaki fríggjakvøldið. Tiltakið er Hjúnatos, verður í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn og snýr seg stutt sagt um hjúnalag, samkynd og lóggávur í Føroyum. Eg fari at tosa um átrúnaðarligu grundgevingarnar, ið verða nýttar í kjakinum. Tað fer at vera feitt og áhugavert! Tú burdi komið um tú ert í Keypmannahavn.
Og nú til mynda-spamm henda produktiva hósdag:
 Trýst á 'Read more' fyri at síggja fleiri myndir

19.3.14

Nýggj skrivibók


Marmor-rákið er ikki til at koma útum, bæði í innrætting og klæðum. Okkum báðum dámar væl rákið, so tá Sunnvá sá hesar skrivibøkurnar við marmor-mynstri í Søstrene Grene, var hon so fitt at keypa okkum hvør sína. Eg elski skrivibøkur við øðrvísi fram- og baksíðum, og hendan varð tikin í brúk beinanvegin. Útyvir nýggja skrivibók havi eg eisini fingið nýggjan pennahúsa, ið er keyptur í H&M. Pennahúsin rúmar bert nøkrum heilt fáum lutum - eg havi ein penn, ein blýant og eitt viskileður í - og er lættur at hava við sær í taskuni.
Annars er Aloe Lip Care frá The Body Shop nýggjasta ískoyti innan vælveru. Eitt sindur torført at smyrja á í skundi(!), men annars roynist tað væl higartil.

10.3.14

Eina bók um mánaðin

Málið hevur verið vent fyrr á Olsen Olsen: at lesa eina bók um mánaðin! Fleiri hava vent sær til mín og greitt frá at tey hava tikið hugskotið um at lesa eina bók um mánaðin til sín. Fyri at halda ætlanini/uppskotinum við líka komi eg hervið við eini dagføring av hvørjum eg havi lisið seinastu tíðina. Í ár havi eg lisið:
  • Fremmandamaðurin, Albert Camus
  • Laterna Magica 2, Ingmar Bergman 
  • Veggurin, Marlen Haushofer
  • Øksin, Mihail Sadoveanu
Og í morgun kom postmaðurin við Tíðin við víkjandi ljósi av Eugen Ruge. Tríggjar av bókunum havi eg fingið sendandi ígjøgnum bókaklubban hjá Sprotanum. Tað er altíð gleðiligt at fáa post frá Sprotanum, tí aloftast er ein áhugaverd bók at finna, ið eg væntandi ikki hevði lisið annars. Serliga Veggurin av Marlen Haushofer dámdi mær væl. Og um man frammanundan veit eitt sindur um heimin hjá Camus, er Fremmandamaðurin ein fragd at lesa.

8.3.14

Húð, vælvera, sminka

Tá øll produktini eru savnaði saman sum niðanfyri, sær tað út sum eg væl og virðiliga havi tømt pengapungin. Kortini er hetta er alt slíkt, sum eg havi savnað saman seinastu mánaðirnir, brúki í gerandisdegnum og eri glað fyri (minus ein maskara). Her havi eg skrivað stutt um tey ymisku produktini.
Batiste: Dry Shampoo, Original og A Hint of Colour
Batiste er gott og bíligt turrsjampo. Man kann ikki keypa Batiste í Danmark og Føroyum, men til ber at bíleggja vøruna frá Asos heimasíðuni. Eg havi roynt 'original' versiónina fyrr, og verið glað fyri hana. Hesuferð bílegði eg eisini turr-sjampoið sum serliga er egnað til myrkt hár, og mær dámar tað ordiliga væl. Kann heilt vist viðmæla tað.
Phillip Kingsley - Elasticizer
Um tit lesa 'beauty' bloggar, hava tit væntandi hoyrt um Philip Kingsley og produktið sum eitur Elasticizer. Tað sigst, at Elasticizer gevur hárinum eyka vætu, 'bounce' og 'shine'. Eg eri ein av teimum, ið hevur hoyrt alt tað góða um Elasticizer, og hetta var eisini orsøkin til at eg keypti tað. Kortini hevur tað staðið óbrúkt á hyllini í baðirúminum síðani eg fekk tað. Kremið skal smyrjast í hárið 20 min. áðrenn man vaskar tað, og eg havi gloymt alt um tað til eg longu havi vaska hárið. Kanska minnist eg til tað í morgin...
Elizabeth Arden: Untold - Body Cream
Eg keypti okkurt fyri mammu í Elizabeth Arden básinum í Magasin, og fekk eina gávuerskju afturfyri. Í gávuerskjuni var m.a. hetta kremið. Mær dámar als ikki innpakkingina, og eg væntaði lítið og einki av kreminum. Men so skjótt eg angaði tað, broytti eg meining. Sjálvt kremið er einki at reypa av, men tað angar fantastiska væl, og eg brúki hetta ístaðin parfumu.
Bourjois: Happy Light Foundation
Fyrstu ferð eg royndi Happy Light Foundation var tá Knút og eg vóru í Lissabon í apríl, og eg havi brúkt tað síðani. Mær dámar væl Happy Light tí at tað er lætt at arbeiða við, at blenda, hevur lættan til medium dekning og gevur eitt døggfallið úrslit (aka. dewy finish).
Origins: Plantscription Concealer
Enn eitt produkt sum bloggarar hava tosað nógv um - og esini orsøkin til at eg keypti tað. Onkuntíð loysir tað seg at lurta eftir góðum ummælum, tí mær dámar ordiliga væl henda concealaran. Hetta er heilt vist ein meira correcting-concealer í mun til ein full-coverage-concealer. Plantscription hóskar seg væl til at brúka undir eyguni, rundan um nøsina og aðrastaðnis har man kundi hugsað sær at fjala ella javna okkurt út.
Rimmel: Wake Me Up Concealer
Origins concealarin er heldur dýrur, so tá eg hoyrdi Ruth frá A Model Recommends samanlíkna Wake Me Up við dýrari concealarar, og viðmældi hann í mun til teir dýraru, helt eg at eg skuldi royna hann. Eg havi brúkt hann tvær ferðir, og haldi at hann er fínur - eitt sindur tjúkkari og meira dekkandi enn Origins, og hetta hevur bæði sínar fyrimunir og vansar. Higartil haldi eg tó, at mær dámar betri Plantscription, men Wake Me Up er heilt vist eitt gott alternativ.
Rimmel: Scandaleyes Mascara, waterproof
Hetta er ein heldur vánalig maskara. Vippurnar hjá mær klistra saman, maskaran smittar av og bustin er alt ov stór. Fari beint at keypa eina nýggja The Rocket Volum' Express frá Maybelline, sum eg havi brúkt seinasta árið og mær dámar ordiliga væl.
Rimmel Scandaleyes Eyeliner, waterproof 
Eygnarandarin úr somu seriu er tvørturímóti sera góður. Hann er lættur at arbeiða við, og heldur leingi og væl. Aftaná nakrar mánaðir tornar pennurin, men fyri 70 krónur er tað rímuligt.

The Body Shop: Aloe - Calming Toner
Seinastu tíðina havi eg hoppað tónarin um gerandisdagar, og bert brúkt Clarins Exfoliating Toner eina ella tvær ferðir um vikuna. Aloe Calming Toner lýsur seg sjálvan sum 'calming, er mildur og uttan alkohol. Eg havi brúkt hann aftaná reinsu-smørið frá Body Shop, og má viðurkenna at mær dámar væl at reinsa húðina við hesum báðum. Eg síggi ikki mun á húðini, men eg haldi at tað er gott at vita, at tær seinastu restirnar verða reinsaðar av við hesum.
Avène - Cicalfate
Øll burdu átt hetta kremið á hyllini. 8-hour go home! Cicalfate er tjúkt krem við nógvum zink í, sum hjálpur húðini at endurskapa seg. Serliga gott til sár, irriteraða og/ella turra húð (og barnarumpur havi eg hoyrt).
Avène - Cleanance K
Eksfolierandi og hydrerandi krem, ið eg havi brúkt í fleiri ár. Pudderdåserne hava eitt umfatandi viðmæli av hesum kreminum her sum eg viðmæli tykkum at lesa. Ein góður máti at eksfoliera húðina uppá.
The Body Shop: Seaweed - Ionic Clay Mask
Eg kom í tankar um at mín Aesop maska var við at vera uppi, og tí keypti eg hesa leir-maskuna. Havi tó ikki roynt hana nóg ofta fyri at hava gjørt mær eina meining enn. 
Kiehl's: Avocado Eye Cream
Yndis eygnakrem! Tað er tjúkt og gevur nógva vætu, og eg brúki tað áðrenn eg fari í song. Kremið er alt ov tjúkt at brúka undir sminku, men hóskar seg væl til at smyrja á um kvøldið, so húðin sýgur tað til sín um náttina.
The Body Shop: Camomile - Sumptuous Cleansing Butter
Eg fór inn í The Body Shop, tí eg hevði lisið um reinsu-smørið (!?) frá The Body Shop hjá blogginum Essie Button, og vildi fegin royna tað. Smørið upploysir sminkuna (eisini vatnfasta maskara), og ger hetta uttan at turka húðina. Fyrstu ferð eg brúkti tað, vamlaðist eg eitt sindur um at smyrja okkurt sum líkist palmin á andlitið, men hetta havi eg vant meg við, og úrslitið er ordiliga gott.
          

Til endans vil eg viðmæla eina heimasíðu, har eg plagi at keypa ymisk húðproduktir, nevnliga Escentual! Har havi eg nevnliga keypt Avène og Philip Kingsley tingini. Tey hava eitt stórt úrval av merkjum og vørum, m.a. Bioderma, Clarins, A-Derma og Real Techniques. Í marts hava tey enntá tilboð - 1/3 verður tikin av prísinum á 'French pharmacy brands'. Her er nógv gott at koma eftir fyri ein fyrimyndarliga góðan prís. Vitja síðuna her

6.3.14

!




Trýst á 'Read more' fyri at síggja allar myndirnar

4.3.14

DIY marmor-erskja

Marmor er nógv at síggja í innrætting fyri tíðina, og kann verða heldur dýrt at keypa nýtt. Omanfyri er ein leiðbeining til, hvussu man kann fáa marmor-rákið í heimið hjá sær sjálvum fyri ein bíligan penga. Pernille frá blogginum Pagik hevur gjørt eina DIY leiðbeining til at gera eina marmor erskju, og í seinastu viku fór eg sjálv ígongd við verkætlanina. Hetta var ótrúliga lætt og skjótt at gera, og eg haldi at erskjan er prýðilig.
Tú skalt brúka:
- Saks
- Sjálvklistrandi plastfilm í hvítum og í marmor-mynstri
- Eina erskju
Erskjan hjá mær var upprunaliga grøn við mynstri á, so fyri at fjala hetta heilt má hon klæðast tvær ferðir - fyrst við hvítum plastfilmi, og síðani marmor.



Mannagongd:
-  Máta hvussu nógvan plastfilm tær tørvar við at stilla erskjuna á plastfilmin. Hetta skal gerast bæði við tann hvíta plastfilmin og marmor-plastfilmin.
- Síðani skal merkjast av á plastfilminum, hvar hornini á erskjuni eru. Klipp hornini úr filminum, men lat um 1 cm sita eftir á einari síðu. Hesin cm skal boyggjast um hornið á erskjuni so skiftið er javnt allan vegin runt.
- Klæð erskjuna við hvítum plastfilmi
- Klæð erskjuna við marmor plastfilmi

Útgerðin er løtt at fáa fatur á. Vit hava keypt sjálvklistrandi plastfilm við marmor-mynstri (í ymiskum litum enntá) og hvítan plastfilm í Amager Isenkræm, og til ber at keypa erskjur í ymisku støddum í Tiger og Søstrene Grene. Nú er bert eftir hjá tykkum at fara í gongd. Góðan byr

2.3.14

Soundboardt

Eg havi lurtað nógv eftir nýggju plátuni hjá Beyoncé, og plátan kann heilt vist viðmælast! Beyoncé er ein populer dama fyri tíðina, og internetið er fylt við referansum, teorium og frágreiðingum um útgávuna, merchandise og stuttligum tingum sum t.d. Soundboardt! Til ber at spæla við við at fylgja hesi leinkjuni