20.2.14

Sevjuplantur

Tá Knút og eg fluttu saman, gav mamma Knút eina 'svigermors skarpe tunge'. Hetta er ein sevjuplanta, ið ikki krevur serliga nógva stákan og uppmerksemi. Hon hevur yvirlivað nógv, m.a. tveir summar-mánaðir uttan ein dropa av vatni (tá Knút og eg vóru í FO). Hvørja ferð hon fær eitt nýtt blað og gerst størri, fegnist eg um hesa lítlu verkætlan hjá mær.
Seinastu tíðina havi eg hugsað alsamt meira um hesar sevjuplanturnar, og havi fingið mær 4 aftrat!
Grønir fingrar ftw. Hesar eru smáar og fríðka um íbúðina. Tað næsta verður at fáa fatur á einari Aloe Vera plantu. Omma hevur altíð havt eina standandi, mamma eftir henni, og nú haldi eg at tað er mín túrur. Tá eg var minni, brendi eg meg eina ferð rættiliga illa, og orsøkin til arrið ikki er minst tvífalt so stórt, er ommusa Aloe Vera.
Hesin áhugin fyri sevjuplantum sæst eisini aftur á inspiratións-mappuni á telduni, sum tit síggja her:

2 comments:

  1. tillukku við nýggju familjulimunum ;) rigga væl í glaspottum, er hatta fýrfatljós-stødd ella størri?

    ReplyDelete
  2. Takk, takk! Vónandi drukni eg tær ikki fyribils. Í byrjanini er altíð stuttligt at hjúkla um tær, men sevjuplantur skulu jú helst ikki hava ov nógv vatn og uppmerksemi. Ein sopa um vikuna og eitt sindur av sólarljósi, so klára tær seg.
    Og takk, ja, 'pottarnir' eru upprunaliga til bikarljós (ja, Sprotin ftw, fyrfadslys -> bikarljós). Haldi eisini at tað riggar væl ;)

    ReplyDelete