18.2.14

Morgunpostur

Enn eitt viðmæli frá mær!
Hvønn gerandisdag tá mailurin er kekkaður og nýbryggjað te er í koppinum (kaffi er altso ov beikst eftir mínum tykki) gongur leiðin inn á Euroman heimasíðuna at lesa nýggjasta morgunpostin. Morgunposturin er ein dagligur táttur, ið vísur á alt møguligt ið finnst á víða internetinum. Harrin Kristoffer Dahy Ernst stendur fyri undirhaldinum, har alt millum himmal og jørð verður nevnt. T.d. hví suður er niður, og norður er upp á heimskortum.
Og um tú nakrantíð undraðist yvir, hvussu nógv fólk eru í rúmdini beint nú: hygg her
Forsíðumyndin til postarnir er altíð av einari flottari, lítið ílatnari damu; kanska so fleiri klikkja seg inn á síðuna. Men lat teg ikki lokka av hesum - her er nógv gott, stuttligt, hugkveikjandi og áhugavert at koma eftir.
Eisini ber til at dáma Euroman á Facebook, so fær man morgunpostin beinleiðis á sítt newsfeed.

No comments:

Post a Comment