20.2.14

Sevjuplantur

Tá Knút og eg fluttu saman, gav mamma Knút eina 'svigermors skarpe tunge'. Hetta er ein sevjuplanta, ið ikki krevur serliga nógva stákan og uppmerksemi. Hon hevur yvirlivað nógv, m.a. tveir summar-mánaðir uttan ein dropa av vatni (tá Knút og eg vóru í FO). Hvørja ferð hon fær eitt nýtt blað og gerst størri, fegnist eg um hesa lítlu verkætlan hjá mær.
Seinastu tíðina havi eg hugsað alsamt meira um hesar sevjuplanturnar, og havi fingið mær 4 aftrat!
Grønir fingrar ftw. Hesar eru smáar og fríðka um íbúðina. Tað næsta verður at fáa fatur á einari Aloe Vera plantu. Omma hevur altíð havt eina standandi, mamma eftir henni, og nú haldi eg at tað er mín túrur. Tá eg var minni, brendi eg meg eina ferð rættiliga illa, og orsøkin til arrið ikki er minst tvífalt so stórt, er ommusa Aloe Vera.
Hesin áhugin fyri sevjuplantum sæst eisini aftur á inspiratións-mappuni á telduni, sum tit síggja her:

18.2.14

Morgunpostur

Enn eitt viðmæli frá mær!
Hvønn gerandisdag tá mailurin er kekkaður og nýbryggjað te er í koppinum (kaffi er altso ov beikst eftir mínum tykki) gongur leiðin inn á Euroman heimasíðuna at lesa nýggjasta morgunpostin. Morgunposturin er ein dagligur táttur, ið vísur á alt møguligt ið finnst á víða internetinum. Harrin Kristoffer Dahy Ernst stendur fyri undirhaldinum, har alt millum himmal og jørð verður nevnt. T.d. hví suður er niður, og norður er upp á heimskortum.
Og um tú nakrantíð undraðist yvir, hvussu nógv fólk eru í rúmdini beint nú: hygg her
Forsíðumyndin til postarnir er altíð av einari flottari, lítið ílatnari damu; kanska so fleiri klikkja seg inn á síðuna. Men lat teg ikki lokka av hesum - her er nógv gott, stuttligt, hugkveikjandi og áhugavert at koma eftir.
Eisini ber til at dáma Euroman á Facebook, so fær man morgunpostin beinleiðis á sítt newsfeed.

12.2.14

Blogg viðmæli

Fyri tíðina lesur Sunnvá ein blogg: Pagik. Mær dámar eisini væl at fylgja við á blogginum hjá Pernille. Javnvágin í tí sum hon bloggar um er perfekt eftir okkara tykki. Vit halda at bloggurin er gjøgnumførdur, gevur okkum íblástur og Pernille gevur góð viðmæli - serliga um filmar, aðrar bloggar, matgerð og innrætting. Hon hevur ein heilt serligan og gjøgnumførdan stíl og langt og lekkurt hár.
Vitja Pagik her