16.1.14

!

Trýst á 'Read More' fyri at síggja fleiri myndir

13.1.14

Ikki so galnir Instagram profilar

Vistu tit av, at Neil Patrick Harris og Lena Dunham hava Instagram? Og eftir mínum tykki eru hetta tveir feitir profilar at fylgja. Myndirnar omanfyri kunnu sigast at vera prógv uppá hetta.

instagranph
Neil Patrick Harris er m.a. kendur sum Barney Stinson í How I Met Your Mother



lenadunham
Lena Dunham aka. Hannah Horvath í Girls (3. sesong byrjar í dag!)



Eisini hevur 'it-girl' Alexa Chung ein fínan Instagram profil har hon javnan leggur myndir út. Eftir mínum tykki er hennara myndir ikki eins góðar sum tær hjá Lenu og Neil, men kortini ein fínur profilur.
chungalexa


10.1.14

Prent - Claudia Varosio

Via Google fann eg inn á Etsy síðuna hjá Claudiu Varosio. Her ber til at keypa orginalar, stuttligar og øðrvísi plakatir sum eru inspireraðar av popp-mentan. Fleiri av plakatunum avmynda serligar senur í filmunum. Eisini ger Claudia pappír-dukkur av film-figurum, harímillum Margot Tenenbaum sum er avmyndað omanfyri.
Á Etsy-síðuni hjá Claudiu eru nógv prent sum eg kundi hugsað mær. Til ber at hyggja at stóra úrvalinum við at fylgja hesi leinkjuni.

9.1.14

Ókeypis kalendari - 2014

Nýtt ár, nýggjur kalendari! Í fjør bloggaði eg um Jenny frá blogginum A Merry Mishap, ið hevði gjørt ein kalendara sum man kundi taka ókeypis niður á telduna hjá sær, printa út og hanga upp. Í ár hevur Riika sum bloggar á Weekdaycarnival gjørt ein kalendara - eitt einkult, minimalistiskt yvirlit yvir 2014. So er upp til ein sjálvan um man hevur hug at gera eitthvørt kreativt við kalendaran ella bert lata hann prýða í allari sínari einkultheit.
Vitja bloggin her og fylg leinkjuni fyri at taka kalendaran niður

2.1.14

Óførur hósdagur

 
Trýst á 'Read more' fyri at síggja fleiri myndir

1.1.14

2013 - eitt sindur av hvørjum

Roxanne, sum hevur bloggin Taenkeboksen hevur gjørt eitt yvirlit yvir 2013. Í hesum postinum havi eg eisini valt ymiskt, sum eg eri blivin serliga glað fyri í 2013

Tónleikur:
My Bloody Valentine, MBV
Nick Cave & the Bad Seeds, Push the Sky Away

Filmar:
Django Unchained (2012)
Gravity (2013)
Bøkur:
Jørgen Frantz Jacobsen, Barbara
Nick Cave, The Death of Bunny Munro
Sjónvarp:
Modern Family

The Wire
Youtube:
Claire Marshall
Essie-button
Nýggjárslyfti:
Læra at loysa ein Rubick's cube! Fyrsta málið er at fáa fatur á einum