13.12.13

9 sangir

Eg datt framá eina grein í einum blaði, har dugnaligi og plátuaktuelli tónleikarin Allan Tausen valdi 10 ymiskar sangir og segði eitt stutt orð um teir. Eg helt tað vera áhugavert at síggja hvørjir sangir Allan valdi og hvønn týdning teir høvdu fyri hann.
Her fáa tit 9 sangir sum mær dámar ótrúliga væl og hava ein serligan týdning fyri meg. Tær ymisku pláturnar sum sangirnir hoyra heima á eru eisini allar framúr góðar.
Fekk plátuna í føðingardagsgávu. Eg kendi einki til Mazzy Star áðrenn, men fyri hvørja gjøgnumspling hevur hon fingið størri týdning - serliga fyrsta skering.
Eg kann ikki annað enn at gerast glað tá eg hoyri hendan sangin. Hesin sangurin og skeggið hjá Devendra Banhart spæla eisini ein serligan leiklut í, at Knút og eg hittust fyrstu ferð.
Og sjálvandi skal ein Knút-sangur eisini við. Hendan sangin fekk eg sendandi tá vit høvdu verið saman í 3 ár. Elski The Jesus & Mary Chain, Just Like Honey referansuna.
Raising Sand er ein av mínum yndis-plátum, og sangurin um hvussu drongurin og spákvinnan gerast forlipt hevur eitt serliga feitt groove.
Eg fái altíð eitt dumt 'reality check' sum snýr seg um hvussu absurd lív á jørðini er, tá eg hoyri henda sangin. Eisini er sangurin offisielli rokk sangurin hjá Oklahoma frá 2009-2013!
Harvest - Besta pláta í verðini? Í hvørfall í topp hjá mær. Neil Young er eisini ovast á listanum yvir tónleikarar eg kundi hugsað mær at farið á konsert hjá.

Eitt perfekt bland av punk, yrking og attitude. Lærdi Patti Smith at kenna í 2013, og havi havt nakrar góðar løtur saman við henni hetta árið.
Eg kundi gott hugsað mær at ferðast til Marrakesh, og teir seinastu 3 dagarnir havi eg gingið og murrað henda góða sangin.
Og til endans kemur ein joker - nemliga eitt remix! Vit vóru á Depeche Mode konsert í Malmö 9. desembur, og tað var ein fantastisk konsert. Depeche Mode upptraðka við remix-versiónini av hesum sanginum, og tað riggaði væl.

No comments:

Post a Comment