30.12.13

2013 - Afturlit, 1. partur

2013 hevur verið eitt gott og hendingarríkt ár hjá okkum báðum. Á blogginum hevur ymiskt verið á skránni. Her er eitt lítið úrval og afturlit av postum, sum hava verið á Olsen Olsen í 2013.

Januar:
- Vit ynsktu vælkomin til Olsen Olsen
- Sunnvá flutti úr Føroyum til Keypmannahavnar
- Solveig bloggaði um framsýningina 'Vinylens revival' á Designmuseum Danmark

Februar:
- Vit bloggaðu um verkið '5.2 Hvussu ljóðar Føroyar'
- Sunnvá bygdi eitt stativ til klæðini hjá sær

Marts:
- Sunnvá bloggaði um túr sín til Fiji
- Solveig deildi eina yndis-uppskrift, ið enn er ein fastur rættur
- Knút og Solveig vóru í Berlin og funnu nakrar serligar plakatir

Apríl:
- Solveig vísti framm síni yndis vintage pløgg
- Vit bloggaðu um maskulinar kvinnur og femininar menn í modell-heiminum her og her

Maj:
- Tvey outfit-posts vórðu kunngjørd her og her
- Knút og Solveig vóru í Lissabon og feraðust

Juni:
- Vit bloggaðu um hvar okkum dámar at eta ein lættan bita í Keypmannahavn
- Solveig var í Brighton og keypti ymiskt í Boots

No comments:

Post a Comment