31.12.13

2013 - Afturlit, 2. partur

Her kemur annar partur av einum lítlum afturliti av tí, ið hevur verið at sæð á Olsen Olsen í 2013.

Juli:
- Sunnvá bloggaði um sín Roskilde Festival
- Og Solveig bloggaði um sín eina dag á Roskilde Festival

Í august hildu vit summarfrí

September:
- Sunnvá hevði føðingardag, og vit ótu á Tony's
- Knút hevði DJ-føðingardag, hann fylti 33 1/3, og vit hátíðarhildu við kaku

Oktober:
- Sunnvá tók fleiri fantastiskar myndir tá vit vóru á Louisiana á føðingardegi hennara

November:
- Solveig vísti ynskilistar og jólagávuhugskot her og her
- Vit vitjaðu design-keypsstevnuna Blickfang

Desember:
- Royndirnar hjá Sunnvá vóru lidnar og Solveig bleiv cand.mag.
- Solveig vísti sínar jólagávur

Vit vilja fegin nýta høvið at takka tykkum fyri at klikkja inn á síðuna hjá okkum (eisini tá ikki so nógv er á skránni)! 1.1.2013 kom fyrsti postur frá okkum á okkara nýggju blogg-adressu og -heimi, og vónandi er nógv gott í væntu komandi ár. Gott nýggjár!

28.12.13

FOTN

Nógv veitslukvøld hava verið seinastu tíðina og fleiri eru fyri framman. 2. jólakvøld og eitt leygarkvøld sum í kvøld kann eg gott finna uppá at gera eitt sindur eyka burturúr smyrslinum. Einki vilt við glimmur og litum, men heldur eitt sindur av highlighter, eyeliner og kanska enntá neglalakk.
Eg lesi fleiri 'beauty-blogs', hyggi at 'beauty-bloggers' á Youtube, fylgi teimum á Facebook og Instagram. It's my guilty pleasure! Eitt sum hesar madammurnar ofta posta myndir av, er teirra FOTN/FOTD sum er ein stytting av 'face of the night/day'. Og her fáa tit so mítt FOTN 2. jólakvøld:

Nars, One Night Stand Blush Palette // Bourjois, Happy Light, Foundation // Barry M, Gelly Nail Paint, Blood Orange // Maybelline, Brow Drama // Maybelline, The Rocket Volume // Rimmel, Scandaleyes eyeliner // Laura Mercier, Secret Camouflage Concealer // Maybelline, Colour Tattoo í Bad to the Bronze // Mac, Paint Pot í Painterly // Mac, eygnaskuggar í Omega og Charcoal Brown

26.12.13

Jólaúrskurðurin

Seinastu jóladagarnir hava bjóðað uppá heimligan hugna, nógv gott at eta, vitjanir og gleði. Jólaaftan vóru nógvir pakkar undir trænum, og alt hetta omanfyri (og meira til) var til mín. Eg eri so glað fyri alt. Laterna Magica eftir Ingmar Bergman verður tann 12. bókin sum eg fari at lesa í ár (sí hetta postið frá fyrr í desembur)
Lætt og leskiligt, 4arin // Moonrise Kingdom // Oceans 11, 12 og 13 // Allir 8 Harry Potter filmarnir // Nomess skuffur // Laterna Magica, Ingmar Bergman // It, Alexa Chung // L'Occitane hondkrem // Moroccan Oil treatment // Chelsea boots frá Topshop // Skóleistar // Fremmandamaðurin, Albert Camus // 4D, Sissal Kampmann // Prædikarin, Jógvan Isaksen

Óførur hósdagur, jóla-íslett

  
Trýst á READ MORE fyri at síggja fleiri myndir

17.12.13

Eg gleði meg!

Nú eru tað bert 2 dagar eftir! Hósdagin taki eg Airbussin til Føroyar og eg gleði meg! Síðst eg var á klettinum var í august - tað kenst langt síðani, sjálvt um tíðin hevur gingið skjótt. Mamma, jól, býtúrar, Sigmundargøta, nýggjár... Áh, tað verður gott at sleppa heim.

15.12.13

Infinity

Fann hesa lekru myndarøðina á The Ones2Watch. Amanda Nørgaard ger tað gott! Á heimasíðuni liggja fleiri fangandi og feitar myndarøðir. Tjekka tað út!
Myndafólk: Oliver Stalmans, stíling: Franciska Hjermov, hár og makeup: Mette Thorsgaard, modell: Amanda Nørgaard.

13.12.13

9 sangir

Eg datt framá eina grein í einum blaði, har dugnaligi og plátuaktuelli tónleikarin Allan Tausen valdi 10 ymiskar sangir og segði eitt stutt orð um teir. Eg helt tað vera áhugavert at síggja hvørjir sangir Allan valdi og hvønn týdning teir høvdu fyri hann.
Her fáa tit 9 sangir sum mær dámar ótrúliga væl og hava ein serligan týdning fyri meg. Tær ymisku pláturnar sum sangirnir hoyra heima á eru eisini allar framúr góðar.
Fekk plátuna í føðingardagsgávu. Eg kendi einki til Mazzy Star áðrenn, men fyri hvørja gjøgnumspling hevur hon fingið størri týdning - serliga fyrsta skering.
Eg kann ikki annað enn at gerast glað tá eg hoyri hendan sangin. Hesin sangurin og skeggið hjá Devendra Banhart spæla eisini ein serligan leiklut í, at Knút og eg hittust fyrstu ferð.
Og sjálvandi skal ein Knút-sangur eisini við. Hendan sangin fekk eg sendandi tá vit høvdu verið saman í 3 ár. Elski The Jesus & Mary Chain, Just Like Honey referansuna.
Raising Sand er ein av mínum yndis-plátum, og sangurin um hvussu drongurin og spákvinnan gerast forlipt hevur eitt serliga feitt groove.
Eg fái altíð eitt dumt 'reality check' sum snýr seg um hvussu absurd lív á jørðini er, tá eg hoyri henda sangin. Eisini er sangurin offisielli rokk sangurin hjá Oklahoma frá 2009-2013!
Harvest - Besta pláta í verðini? Í hvørfall í topp hjá mær. Neil Young er eisini ovast á listanum yvir tónleikarar eg kundi hugsað mær at farið á konsert hjá.

Eitt perfekt bland av punk, yrking og attitude. Lærdi Patti Smith at kenna í 2013, og havi havt nakrar góðar løtur saman við henni hetta árið.
Eg kundi gott hugsað mær at ferðast til Marrakesh, og teir seinastu 3 dagarnir havi eg gingið og murrað henda góða sangin.
Og til endans kemur ein joker - nemliga eitt remix! Vit vóru á Depeche Mode konsert í Malmö 9. desembur, og tað var ein fantastisk konsert. Depeche Mode upptraðka við remix-versiónini av hesum sanginum, og tað riggaði væl.

12.12.13

!


Eg kann lokka teg við, at um tú trýstur á READ MORE eru heili 10 myndir aftrat

5.12.13

Minst eina bók um mánaðin

Seinastu trý árini havi eg havt eitt nýttárslyfti, ið ljóðar at eg skal lesa minst eina bók um mánaðin (útyvir yrkisbókmentir!). Ein bók um mánaðin kann vera nógv hjá summum, meðan onnur lesa fleiri bøkur um vikuna. Mær dámar væl at lesa, men kann hava torført við at fáa hetta upp í lag. Nýttárslyftið er við at gera meg varuga við at lesa meira, tó lyftið eisini er lagaligt - tað snýr seg einans um nakrar fáar síður um dagin. Trý ár seinni og 35 bøkur ríkari higartil!
Hetta árið hevur borið dám av, at eg havi skrivað serritgerð. Tí eru einans 11 bøkur at finna á myndini omanfyri; juli mátti bøta fyri summarfrí, plátuútgávu, keldum og yrkisbókmentum. Kanska fái eg kroyst eina bók aftrat uppí desembur, tí eg havi næstan ikki lagt krimi-skaldsøguna Brot frá mær! Ein spennandi og væl skrivað krimi.

Januar: Tann fimti maðurin, Jógvan Isaksen
Februar: Just Kids, Patti Smith
Marts: Great House, Nicole Krauss
Apríl: Kristin Lavransdóttir, Húsfrúgv, Sigrid Undset
Maj: The Death of Bunny Munro, Nick Cave
Juni: Laterna Magica 1, Ingmar Bergman
August: Morgun og kvøld, Jon Fosse
September: Klodernes kamp, H.G. Wells
Oktober: Barbara, Jørgen Frantz Jacobsen
November: Love all the People, Bill Hicks
Desember: Brot, Páll Nolsøe

3.12.13

Mother og Catching Fire



Í síðstu viku bleiv Solveig cand.mag í religiónssøgu, og eg var til skrivligu royndina á hesum sinni. Tað skuldi hátíðarhaldast! Fyrst fóru vit á Mother at eta. Mother er eitt pizza-stað í Kødbyen á Vesterbro. Har er sera hugnaligt og maturin er fantastiskur - Pizza botnarnir eru úr súrdeiggi, so ein verður akkurát passaliga mettur. Síðani fóru vit í Imperial at hyggja at The Hunger Games: Catching Fire - Góður! Eitt ordiliga hugnaligt kvøld.