19.11.13

Nýtt: Nars, Barry M og Laura Mercier

Um man veit eitt sindur um sminku, kennir man helst eisini til Laguna bronzer og kinnareyðarnir Deep Throat og Orgasm frá Nars. Í palettini One Night Stand frá Guy Bourdin kollektiónini eru hesir tríggir savnaðir, umframt ein highlightari og tveir aðrir kinnareyðar. Eg hugsaði leingi um støðuna áðrenn eg keypti palettina - hon kostar 440 kr! Men eg rættvísgjørdi tað fyri mær sjálvari við at hugsa um, at man fær heili 4 kinnareyðar, 1 bronsara og 1 highlightara í góðum kvaliteti í einari flottari palett. Eg havi viljað roynt produktir frá Nars í longri tíð, og havi sóknast eftir einum nýggjum kinnareyða tí tann sum eg plagi at brúka frá Body Shop ikki verður framleiddur longur. Her fái eg møguleikan at royna heili 4 sløg.

Jólagávan frá bestu vinkuni í fjør var eitt gávukort til at fáa lagt gellac negl, og í 14 dagar hevði eg lýtaleysar, flottar, skínandi negl. Hetta var stuttligt at royna. Men gellac negl kunnu vera dýrar og kunnu fara illa við neglunum. Til ber at røkka næstan sama úrsliti við hesum neglalakkunum frá Barry M. Eisini veit eg at Dior ger eitt topcoat sum eitur Gel Coat og Chanel hevur eitt sum eitur Extreme Shine Nail Lacquer sum ber til at leggja omaná neglalakkið fyri at fáa eina gel-effekt.

Og seinasta ískoyti til sminku-pungin hesu ferð var Secret Camouflage Concealer frá Laura Mercier sum er sett saman av tveimum litum sum kunnu blandast til tín tørv. Eg má viðurkenna at higartil haldi eg at Secret Camouflage er betri enn Studio Finish Concealer frá Mac, ið annars hevur verið mín high-converage go-to concealer.


2 comments:

  1. GUY BOURDIN BLUSH SETTIÐ!!! SWOOOOON!!!

    ReplyDelete
    Replies
    1. Palettin er effin' nice! Havi brúkt Orgasm síðani eg fekk hana. Og okkurt kvøldið koma Laguna og highlightarin eisini í spæl.

      Delete