27.11.13

Grafisk bundin troyggja


Eg havi verið forlipt í troyggjuni omanfyri frá tá eg sá hana á blogginum hjá Elin Kling. Serliga dámar mær litirnir, og eg havi ein veikleika fyri slíkum grafiskum samansetingum. Troyggjan er frá merkinum Sportmax.
Fyri skjótt tveimum árum síðani bant eg troyggjuna omanfyri sum eg havi brúkt nógv og verið serstakliga glað fyri. Eg bant troyggjuna við útgangsstøði í eini uppskrift úr einum blaði hjá mammu frá 80unum blandað við gefühl.
Eg hugsi um at brúka sama framferðarhátt sum omanfyri og binda mær eina troyggju við somu litum og grafiskum mynstri sum Sportmax troyggjan. Munurin millum inspiratión og plagiat er hárfínur, men í hesum føri himprist eg ikki um at fara í gongd við ætlanina. Hon fer aldrin at gerast eins vøkur og fullkomin sum Sportmax troyggjan, men hon verður allarhelst góð til gerandisbrúk.

No comments:

Post a Comment