18.11.13

Cheesecake Brownie

Mær dámar væl cheesecake, mær dámar væl brownies, og tá eg datt framvið einari uppskrift sum sameindi hesi tvey kaku-sløgini, måtti uppskriftin roynast. Eg fann uppskriftina á blogginum Cute Carbs sum hevur fingið hana frá kokkinum Louisa Lorang. Louisa koyrdi eingin ber omaná, frk. Cute Carbs koyrdi súltað kirsuber omaná sína, og eg átti eitt sindur av hindberum sum eg pyntaði mína við.

Tilfar til deiggj:
2 egg, 2,5 dl. sukur, 1,5 dl. mjøl, 100 gr. myrk sjokoláta, 2 tsk. vaniljusukur, 2 spsk. kakao, eitt dism av salti, eg brúkti eisini 100 gr. hindber

Tilfar til cheesecake-topping:
1 egg, 200 g. rómaostur, 1 tsk. vaniljusukur, 1/2 dl. sukur

Framferðarháttur:
Bráðna smør og sjokolátu saman
Píska sukur og egg saman
Blanda síðani smør, sjokolátu, sukur og egg saman
Vend vaniljusukur, kakao og mjøl í deiggið
Koyr í ein smurdan form, sum er um 21x21 cm til støddar
Píska rómaost, egg, sukur, vaniljusukur saman
Stoyt hetta omaná deiggið í forminum
Marmorera kakuna við at skera niður í deiggið
Pynta við berum um hugurin er til tess
Baka í ovninum við 175 stig í 45 min
Tá kakan kemur úr ovninum er hon enn eitt sindur flótandi, men hon storknar tá hon gerst kaldari. Tá kakan er heilt køld, er hon klár at eta.

Bæði Sunnvá og eg eru samdar um at kakan smakkar ótrúliga væl. Eg haldi at hetta er ein sovorðin sum tú antin elskar ella hatar - kakan er ógvuliga søt, fyldig, og eitt stykki er ivaleyst. Usj, nú fór et at munga

No comments:

Post a Comment