16.11.13

Blickfang

Í vikuskiftinum er møguleiki fyri at uppliva altjóða design keypsstevnuna Blickfang í Øksnehallen í Keypmannahavn. Hetta er aðru ferð Blickfang leggur leiðina framvið Keypmannahavn; seinast var tiltakið væl vitjað og fekk góð viðmæli.

Blickfang fevnir um móta, list, prýðislutir, innbúgv, bøkur og brúkslutir - og alt ber brá av at nýskapan og kreativiteti. Eg var so heppin at vinna tvey atgongumerki til Blickfang, so fríggjadag seinnapart tók eg mína betru helvt undir armin og fór í Øksnehallen.

Eg má viðurkenna, at tiltakið var øðrvísi enn eg hevði væntað. Tiltakið er ætlað almenninginum sum hevur áhuga fyri lutum sum hava eygnariv (blikfang á føroyskum!), og eg hevði ímyndað mær ein marknað har til ber at ganga frá bási til bás og finna alskyns lutir og pløgg, men fleiri av básunum løgdu dent á framleiðsluna og at fáa samband við fyritøkur ístaðin fyri almenningin. Men tað øvugta var heilt vist eisini at finna; nógvir básar við áhugaverdum, øðrvísi lutum, og eg fór ikki tómhent heim. Eg keypti ein húsa til telefonina og trý endurskin.

Húsin til telefonina er frá merkinum TRÄE. TRÄE fevnir um húsar til iPhone telefonir, og er tvær ungar kvinnur sum eru búsitandi í Keypmannahavn. Húsin sum eg keypti mær er úr valnøt, og eg eri ótrúliga glað fyri hann. Húsin situr væl á telefonini og sær flottur og fráskilin út. Til ber at keypa húsarnar her
Lutirnir omanfyri eru brjosjur sum eru endurskin! Eg eigi fleiri gul og hvít endurskin við karðalási og brúki tey dúgliga nú dagslýsið er avmarkað og kvøldini gerast longri. Hesi Oreflector endurskinini eru í meira neutralum og kámum litum, og kunnu setast føst á jakkan. Handan Oreflektor er litavska merkið March. Til ber at lesa meira um endurskinini her

No comments:

Post a Comment