27.11.13

Grafisk bundin troyggja


Eg havi verið forlipt í troyggjuni omanfyri frá tá eg sá hana á blogginum hjá Elin Kling. Serliga dámar mær litirnir, og eg havi ein veikleika fyri slíkum grafiskum samansetingum. Troyggjan er frá merkinum Sportmax.
Fyri skjótt tveimum árum síðani bant eg troyggjuna omanfyri sum eg havi brúkt nógv og verið serstakliga glað fyri. Eg bant troyggjuna við útgangsstøði í eini uppskrift úr einum blaði hjá mammu frá 80unum blandað við gefühl.
Eg hugsi um at brúka sama framferðarhátt sum omanfyri og binda mær eina troyggju við somu litum og grafiskum mynstri sum Sportmax troyggjan. Munurin millum inspiratión og plagiat er hárfínur, men í hesum føri himprist eg ikki um at fara í gongd við ætlanina. Hon fer aldrin at gerast eins vøkur og fullkomin sum Sportmax troyggjan, men hon verður allarhelst góð til gerandisbrúk.

24.11.13

Ynskilisti #2 og jólagávuhugskot

Eg má viðurkenna at ynskilistin hjá mær í seinasta postinum var í dýrara endanum. Her havi eg savnað ymiskt sum eg kundi hugsað mær, og eisini hóska seg væl sum gávur til vinir og familju. Alt frá 40-229 kr.
// L'Oreal sjampo og balsam // Maskara frá Maybelline // Aderma Micellar vatn

Aðrar gávur sum gleða kunnu t.d. vera eitt 10 túra kort til svimjihøllina, eitt gávukort til biografin og ein pakka av blandaðum bommi, lekkurt te og sjokoláta, og ikki minst sokkar!

21.11.13

Óførur hósdagur

Vikuskiftið er fyri framman, og tað skal nýtast til fulnar. Knút og eg fara á konsert fríggjakvøldið há Linda Perhacs, og eg gleði meg. Annars havi eg broytt heitið á hesum afturvendandi postinum frá 'awesome' til 'óførur' hósdagur. Hitt fyrra kendist eitt sindur ov nógv av tí góða í longdini.
Annars, so ber til at trýsta á Read more fyri at síggja fleiri myndir. Væl gagnist tykkum

19.11.13

Nýtt: Nars, Barry M og Laura Mercier

Um man veit eitt sindur um sminku, kennir man helst eisini til Laguna bronzer og kinnareyðarnir Deep Throat og Orgasm frá Nars. Í palettini One Night Stand frá Guy Bourdin kollektiónini eru hesir tríggir savnaðir, umframt ein highlightari og tveir aðrir kinnareyðar. Eg hugsaði leingi um støðuna áðrenn eg keypti palettina - hon kostar 440 kr! Men eg rættvísgjørdi tað fyri mær sjálvari við at hugsa um, at man fær heili 4 kinnareyðar, 1 bronsara og 1 highlightara í góðum kvaliteti í einari flottari palett. Eg havi viljað roynt produktir frá Nars í longri tíð, og havi sóknast eftir einum nýggjum kinnareyða tí tann sum eg plagi at brúka frá Body Shop ikki verður framleiddur longur. Her fái eg møguleikan at royna heili 4 sløg.

Jólagávan frá bestu vinkuni í fjør var eitt gávukort til at fáa lagt gellac negl, og í 14 dagar hevði eg lýtaleysar, flottar, skínandi negl. Hetta var stuttligt at royna. Men gellac negl kunnu vera dýrar og kunnu fara illa við neglunum. Til ber at røkka næstan sama úrsliti við hesum neglalakkunum frá Barry M. Eisini veit eg at Dior ger eitt topcoat sum eitur Gel Coat og Chanel hevur eitt sum eitur Extreme Shine Nail Lacquer sum ber til at leggja omaná neglalakkið fyri at fáa eina gel-effekt.

Og seinasta ískoyti til sminku-pungin hesu ferð var Secret Camouflage Concealer frá Laura Mercier sum er sett saman av tveimum litum sum kunnu blandast til tín tørv. Eg má viðurkenna at higartil haldi eg at Secret Camouflage er betri enn Studio Finish Concealer frá Mac, ið annars hevur verið mín high-converage go-to concealer.


18.11.13

Cheesecake Brownie

Mær dámar væl cheesecake, mær dámar væl brownies, og tá eg datt framvið einari uppskrift sum sameindi hesi tvey kaku-sløgini, måtti uppskriftin roynast. Eg fann uppskriftina á blogginum Cute Carbs sum hevur fingið hana frá kokkinum Louisa Lorang. Louisa koyrdi eingin ber omaná, frk. Cute Carbs koyrdi súltað kirsuber omaná sína, og eg átti eitt sindur av hindberum sum eg pyntaði mína við.

Tilfar til deiggj:
2 egg, 2,5 dl. sukur, 1,5 dl. mjøl, 100 gr. myrk sjokoláta, 2 tsk. vaniljusukur, 2 spsk. kakao, eitt dism av salti, eg brúkti eisini 100 gr. hindber

Tilfar til cheesecake-topping:
1 egg, 200 g. rómaostur, 1 tsk. vaniljusukur, 1/2 dl. sukur

Framferðarháttur:
Bráðna smør og sjokolátu saman
Píska sukur og egg saman
Blanda síðani smør, sjokolátu, sukur og egg saman
Vend vaniljusukur, kakao og mjøl í deiggið
Koyr í ein smurdan form, sum er um 21x21 cm til støddar
Píska rómaost, egg, sukur, vaniljusukur saman
Stoyt hetta omaná deiggið í forminum
Marmorera kakuna við at skera niður í deiggið
Pynta við berum um hugurin er til tess
Baka í ovninum við 175 stig í 45 min
Tá kakan kemur úr ovninum er hon enn eitt sindur flótandi, men hon storknar tá hon gerst kaldari. Tá kakan er heilt køld, er hon klár at eta.

Bæði Sunnvá og eg eru samdar um at kakan smakkar ótrúliga væl. Eg haldi at hetta er ein sovorðin sum tú antin elskar ella hatar - kakan er ógvuliga søt, fyldig, og eitt stykki er ivaleyst. Usj, nú fór et at munga

17.11.13

Movies I've watched lately #3






Into the Wild (2007) / Superbad (2007) / Elysium (2013) / Now You See Me (2013) / The Purge (2013) / Spread (2009) / The Bling Ring (2013) / Gravity (2013)

16.11.13

Blickfang

Í vikuskiftinum er møguleiki fyri at uppliva altjóða design keypsstevnuna Blickfang í Øksnehallen í Keypmannahavn. Hetta er aðru ferð Blickfang leggur leiðina framvið Keypmannahavn; seinast var tiltakið væl vitjað og fekk góð viðmæli.

Blickfang fevnir um móta, list, prýðislutir, innbúgv, bøkur og brúkslutir - og alt ber brá av at nýskapan og kreativiteti. Eg var so heppin at vinna tvey atgongumerki til Blickfang, so fríggjadag seinnapart tók eg mína betru helvt undir armin og fór í Øksnehallen.

Eg má viðurkenna, at tiltakið var øðrvísi enn eg hevði væntað. Tiltakið er ætlað almenninginum sum hevur áhuga fyri lutum sum hava eygnariv (blikfang á føroyskum!), og eg hevði ímyndað mær ein marknað har til ber at ganga frá bási til bás og finna alskyns lutir og pløgg, men fleiri av básunum løgdu dent á framleiðsluna og at fáa samband við fyritøkur ístaðin fyri almenningin. Men tað øvugta var heilt vist eisini at finna; nógvir básar við áhugaverdum, øðrvísi lutum, og eg fór ikki tómhent heim. Eg keypti ein húsa til telefonina og trý endurskin.

Húsin til telefonina er frá merkinum TRÄE. TRÄE fevnir um húsar til iPhone telefonir, og er tvær ungar kvinnur sum eru búsitandi í Keypmannahavn. Húsin sum eg keypti mær er úr valnøt, og eg eri ótrúliga glað fyri hann. Húsin situr væl á telefonini og sær flottur og fráskilin út. Til ber at keypa húsarnar her
Lutirnir omanfyri eru brjosjur sum eru endurskin! Eg eigi fleiri gul og hvít endurskin við karðalási og brúki tey dúgliga nú dagslýsið er avmarkað og kvøldini gerast longri. Hesi Oreflector endurskinini eru í meira neutralum og kámum litum, og kunnu setast føst á jakkan. Handan Oreflektor er litavska merkið March. Til ber at lesa meira um endurskinini her