12.10.13

Louisiana

Á mínum 21 ára føðingardegi fóru Solveig, Knút og eg ein túr á Louisiana. Eg havi verið á listasavninum eina ferð fyrr, og tá var tað við eftirskúlanum. Listasavnið er bergtakandi, og mær dámdi sera væl fyrstu ferð eg var og vitjaði. Eg havi leingi hugsað um at vitja Louisiana aftur, og tí fóru vit trý ein túr á mínum føðingardegi. Hesu ferð vóru vit trý minst líka bergtikin eins og eg var á míni fyrstu vitjan.

Serliga dámdi mær framsýningina Half-A-Wind-Show hjá Yoko Ono. Hon hevur ein minimalistiskan stíl og spælir við skap og snið. Mær dámar væl, hvussu hon spælir við einføld ting, sum vatn. Tað, sum eg serliga legði merki til, var verkið Amaze, ið er ein labyrint úr gjøgnumsiktigum plastikki, har ein telefon er í miðjuni. Ono er tann einasta, sum hevur nummarið til hesa telefonina, og onkuntíð kann hon finna uppá at ringja til nummarið. Sum tað stendur á stølpanum, har telefonin stendur á, skal man taka telefonina, um hon ringir – eg veit slett ikki, hvussu eg hevði borið meg at ella hvat eg hevði sagt. Eisini legði eg merki til verkið Wish Tree, eitt træ sum stendur í havanum á Louisiana. Øll kunnu skriva ynski á ein seðil og hanga hann á træið.


Veðrið var av tí besta, tá vit vóru á Louisiana, og eg hevði heilt gloymt, hvussu nógv mær longdist eftir at síggja og lukta havið. Veðrið og útsýnið var eitt av hæddarpunktinum á túrinum – ein góð ramma fyri eina góða framsýning.

Eisini hugdu vit at framsýningini, sum er ein fastur partur av Louisiana. Her er ymisk list hjá ymiskum listafólki – alt frá Picasso til Elmgreen & Dragset.

No comments:

Post a Comment