17.10.13

Einsamøll heima

Sjeikurin er farin at spæla Hammond og Rhodes í Grønlandi í nakrar dagar, so eg eri einsamøll heima og farin í turbo-speciali-mode. Datt framm á hesar myndirnar, og haldi tær lýsa støðuna hjá mær rættiliga væl. Annars dámar mær væl at vitja StineStregen og viðmæli tær at fara framvið og hyggja at stuttligu myndunum hjá henni!


12.10.13

Louisiana

Á mínum 21 ára føðingardegi fóru Solveig, Knút og eg ein túr á Louisiana. Eg havi verið á listasavninum eina ferð fyrr, og tá var tað við eftirskúlanum. Listasavnið er bergtakandi, og mær dámdi sera væl fyrstu ferð eg var og vitjaði. Eg havi leingi hugsað um at vitja Louisiana aftur, og tí fóru vit trý ein túr á mínum føðingardegi. Hesu ferð vóru vit trý minst líka bergtikin eins og eg var á míni fyrstu vitjan.

Serliga dámdi mær framsýningina Half-A-Wind-Show hjá Yoko Ono. Hon hevur ein minimalistiskan stíl og spælir við skap og snið. Mær dámar væl, hvussu hon spælir við einføld ting, sum vatn. Tað, sum eg serliga legði merki til, var verkið Amaze, ið er ein labyrint úr gjøgnumsiktigum plastikki, har ein telefon er í miðjuni. Ono er tann einasta, sum hevur nummarið til hesa telefonina, og onkuntíð kann hon finna uppá at ringja til nummarið. Sum tað stendur á stølpanum, har telefonin stendur á, skal man taka telefonina, um hon ringir – eg veit slett ikki, hvussu eg hevði borið meg at ella hvat eg hevði sagt. Eisini legði eg merki til verkið Wish Tree, eitt træ sum stendur í havanum á Louisiana. Øll kunnu skriva ynski á ein seðil og hanga hann á træið.


Veðrið var av tí besta, tá vit vóru á Louisiana, og eg hevði heilt gloymt, hvussu nógv mær longdist eftir at síggja og lukta havið. Veðrið og útsýnið var eitt av hæddarpunktinum á túrinum – ein góð ramma fyri eina góða framsýning.

Eisini hugdu vit at framsýningini, sum er ein fastur partur av Louisiana. Her er ymisk list hjá ymiskum listafólki – alt frá Picasso til Elmgreen & Dragset.

11.10.13

Clarins

Eg fór ein túr í Sephora í dag tí eg ætlaði at keypa Nars Radiant Creamy Concealer í litinum Vanilla, men hann er útseldur, eins og hann hevur verið seinastu mánaðirnir. Kortini var túrurin ikki fyri einki, tí eg fann eina gávuerskju frá Clarins sum eg keypti. Eg havi viljað roynt Instant Eye Make-up remover í eitt tíðarskeið nú, men ein dunkur er dýrur, serliga tá eg ikki veit hvussu tað roynist við tí, sum eg longu eigi. So lokkaði erskjan eisini við varrastiftini Instant Light Natural Lip Perfector sum bloggarar hava róst í longri tíð, og eg kann altíð brúka hondkrem og eina maskara. Hesi 5 produktini fyri einans 99 kr.

Beauty Flash Balm // Instant Eye Make-Up Remover // Hand & Nail Treatment Cream // Wonder Perfect Mascara // Instant Light Natural Lip Perfector í 01 rose

3.10.13

Awesome hósdagur

Trýst á Read More fyri at síggja fleiri myndir! 2/3 av myndunum eru at síggja aftaná hoppið

1.10.13

Súrepla-árstíð

Myndin er frá blogginum Simpel Dagbog, ið heilt vist fær mítt viðmæli! Vakrar myndir, stuttgreiddur tekstur og hugkveikjandi vitan um økologi. Eg sá hesa myndina í einum posti, og hon gav mær íblástur til at deila eina uppskrift.
Súrepla-tíðin er í hásæti, og til ber at keypa nógv ymisk lekkur sløg av súreplum fyri tíðina. Mær dámar væl at gera salat við súreplum, og ein rættur, ið fer reint inn í hesum húsarhaldinum er fullkorns-pasta við kylling, spinat, avokado og súrepli. Sunt, bíligt, lætt at gera og smakkar væl

Tilfar: 100 g. frískt fullkorns-pasta, 300 g. kylling, 2 súrepli skorin í bátar, 2 avokado, skornar í bátar, 200 g. frískt spinat, skorið í strimlar, 1 sitrón, saft og skal
Arbeiðsháttur: Kóka pastaði, steik kyllingin og koyr tað í eina skál saman við súrepli, avokado, spinati og sitrón (that's it!)

Rætturin riggar væl at hava við í matpakka, so ger endiliga eitt sindur eyka. Til ber at droppa kyllingin, so hevur tú eina lekkra vegetariska salat.