18.9.13

33 1/3 - Kaku-yvirflóð

Leygardag seinnapart gekk tað upp fyri mær, at sjeikurin fylti 33 1/3! Talið vísur til hvussu nógvir snúningar um minuttin ein pláta snúrar við. Oftast ber til at velja millum 33 1/3 og 45 RPM (revolutions per minute).
Hann er ómetiliga plátu-eldhugaður, og tí mátti dagurin hátíðarhaldast. Vit ringdu til vinfólk og bjóðaðu teimum heim til okkum til plátur, bjór og køku.
Hetta var eitt heldur stutt skotbrá, men eg kanaliseraði mína innaru hausfrau og gjørdi tvær lagkøkur og eina skuffukaku. Skuffukakan er ein banankaka, ið eg havi bakað nakrar ferðir. Seinast eg bakaði kakuna, át 8 ára gamla gummu-dóttur mín 5(!) stykki av henni, so eg haldi hon er á heilt góðari leið, og hon er ótrúliga løtt at gera.

Banankaka:
Tilfar: 2 egg, 200 g. sukur, 2 bananir, 200 g. hveitimjøl, 1 tsk. natron, 1 tsk. vaniljuskukur, Eitt dism av salti, 1 dl. olja, 1/2 dl. mjólk
Glaring: 150 g. florsukur, 1 súpisk. kakao, kókandi vatn
Arbeiðsháttur: Píska eggini og sukrið til tjúkt skúm. Mosa bananirnar og røra tær í eggjaskúmið. Sálda hveitimjøl, natron, vaniljusukur og salt í eggjaskúmið. Stoyt olju og mjólk í deiggið. Koyr deiggið í eitt fat (uml. 24x30 cm). Hita ovnin til 175 C og baka í 35-40 min.
Rør tilfarið til glaringina saman og smyr á kakuna tá hon er kólnað.

Lagkøkunar eru so einfaldar, at tað næstan er skomm, men stutt ber til at siga, at tann fyrra er ein chocolate-chip cookies lagkaka (tilfar: rómi, botnar, 1 pk. chocolate-chip cookies, 1 banan) og seinna er jarberja-lagkaka (tilfar: rómi, botnar, 1 bræv kakukrem, banan, og jarber)

Vit høvdu eitt hugnaligt kvøld, og kakurnar vóru næstan uppi - bert ein lítil rest til seinnadag, og tá smakka tær minst líka væl

No comments:

Post a Comment