27.9.13

Madklubben - Tony's






Sunnvá hevði føðingardag týsdagin! 21 ár! Og hetta mátti hátíðarhaldast á besta hátt. Vit brúktu dagin á Louisiana; hugdu at list, nýttu góða veðrið og hugnaðu okkum. Um kvøldið fóru vit á Tony's, ið er ein av matstovunum ið hoyrir til Madklubben, har myndirnar omanfyri eisini eru frá. Vit leskaðu okkum góman við leskiligum mati, serliga dessertin var lekkur (pavlova, ið er marengs við rákrem og berum) og prátaðu og flentu nógv. Ein av teimum bestu døgunum í longri tíð.

26.9.13

Awesome hósdagur!

Hósdagur! Bara fríggjadagur eftir í hesi arbeiðsvikuni. Vikuskifti er kærkomið, men verður kortini brúkt til speciale-skriving í 5. gervi og eitt sindur av vikuskiftis-hugna. Møguliga konsert á Norðurbryggjuni fríggjakvøldið tá Lover Lover og Sísý Ey spæla. Lagið Ain't Got Nobody hjá Sísý Ey hevur ofta verið at hoyrt heima hjá okkum
Trýst á Read more knøttin fyri at síggja fleiri myndir

22.9.13

Gourmet pizza frá Gorm's

Aftaná eina langa arbeiðsviku var vikuskiftið kærkomið. Fríggjakvøldið ótu vit báðar á Gorm's í Torvehallerne. Eg havi hoyrt og lisið nógv um pitsurnar hjá teimum, og Gorm's hevur enntá vunnið heitið sum Byens Bedste Takeaway, og hetta skilji eg væl; pitsurnar smakkaðu fantastiskt.


19.9.13

Nýtt!

Vauv! Langt síðani! Nú er gerandisdagurin byrjaður aftur við øllum stríðinum. Hevði heilt gloymt, hvussu tað kendist eftir eina fantastiska summarferiu í Føroyum (sum gekk nógv ov skjótt!!!). Sjálvt um triðja vikan er við at vera farin aftur um bak, so kennst alt enn eitt sindur nýtt... Nýggj lestrarhálva, nýggjar lærarar, nýggjar bøkur! Tá er gott at kunna leita sær aftur og hyggja at myndum frá í summar.  Fyrsti dagur í Føroyum! // Listaskálin // Gott veður á G! // Flottir menn á Ólavsøku

18.9.13

33 1/3 - Kaku-yvirflóð

Leygardag seinnapart gekk tað upp fyri mær, at sjeikurin fylti 33 1/3! Talið vísur til hvussu nógvir snúningar um minuttin ein pláta snúrar við. Oftast ber til at velja millum 33 1/3 og 45 RPM (revolutions per minute).
Hann er ómetiliga plátu-eldhugaður, og tí mátti dagurin hátíðarhaldast. Vit ringdu til vinfólk og bjóðaðu teimum heim til okkum til plátur, bjór og køku.
Hetta var eitt heldur stutt skotbrá, men eg kanaliseraði mína innaru hausfrau og gjørdi tvær lagkøkur og eina skuffukaku. Skuffukakan er ein banankaka, ið eg havi bakað nakrar ferðir. Seinast eg bakaði kakuna, át 8 ára gamla gummu-dóttur mín 5(!) stykki av henni, so eg haldi hon er á heilt góðari leið, og hon er ótrúliga løtt at gera.

Banankaka:
Tilfar: 2 egg, 200 g. sukur, 2 bananir, 200 g. hveitimjøl, 1 tsk. natron, 1 tsk. vaniljuskukur, Eitt dism av salti, 1 dl. olja, 1/2 dl. mjólk
Glaring: 150 g. florsukur, 1 súpisk. kakao, kókandi vatn
Arbeiðsháttur: Píska eggini og sukrið til tjúkt skúm. Mosa bananirnar og røra tær í eggjaskúmið. Sálda hveitimjøl, natron, vaniljusukur og salt í eggjaskúmið. Stoyt olju og mjólk í deiggið. Koyr deiggið í eitt fat (uml. 24x30 cm). Hita ovnin til 175 C og baka í 35-40 min.
Rør tilfarið til glaringina saman og smyr á kakuna tá hon er kólnað.

Lagkøkunar eru so einfaldar, at tað næstan er skomm, men stutt ber til at siga, at tann fyrra er ein chocolate-chip cookies lagkaka (tilfar: rómi, botnar, 1 pk. chocolate-chip cookies, 1 banan) og seinna er jarberja-lagkaka (tilfar: rómi, botnar, 1 bræv kakukrem, banan, og jarber)

Vit høvdu eitt hugnaligt kvøld, og kakurnar vóru næstan uppi - bert ein lítil rest til seinnadag, og tá smakka tær minst líka væl

Keðiligt?

Settið omanfyri er allarhelst ikki tað mest spennandi í heiminum, men kortini er tað nøkulunda soleiðis eg fari í holt við gerandisdagin fyri tíðina. Bæði Sunnvá og eg brúka nógva tíð á lesistovum og nøsini í telduni, og hetta settið er heitt, hugaligt og nossligt at sita og arbeiða í

7.9.13

New in

Nýggjastu ískoytini sum eru komin á baðirúmið at búgva!
- Body wash frá & Other Stories - við pumpu! Tað er ikki at forsmáa.
- Treatment 1 frá Purely Professional - havi hoyrt ómetaliga gott um hetta produktið, ið er uttan silikon, parabenur, lit og parfumu, men fylt við kokus-olju og øðrum góðum til hárið. Spennandi at vita um hetta fer at hjálpa uppá turru lokkarnar.
- Dry shampoo frá Klorane - Sunnvá keypti hetta at hava við á Roskilde Festival í ár. Eg lándi "eitt hárvask" frá henni og má viðurkenna, at higartil er Klorane besta turr-sjampo, ið eg havi roynt.
- Mary-Lou Manizer frá The Balm - Eg datt við høvdinum fyrst í bloggara-felluna tá eg sá the Mary-Lou Manizer frá The Balm - eg keypti hann uttan at hugsa tvær ferðir. Bloggarin Essie brúkar hann javnan, og eg havi leitað eftir einum góðum highlightara. Gleði meg at royna hann fyri fyrstu ferð í kvøld. Eg eigi Soft and Gentle frá Mac, men eri ikki so glað fyri hann, tí har er glimmur í. Les ummælið hjá Essie-button av highlightaranum her

5.9.13

Awesome hósdagur!

Í kvøld burdu tit byrja vikuskiftið við at fara á konsert á Loppen við Knút og Ring Them Bells! Vit fara, og vit gleða okkum.
 



TRÝST Á READ MORE FYRI AT SÍGGJA FLEIRI MYNDIR

2.9.13

Til íbúðina


Mær dámar væl at hava áhuga fyri innbúgv. Beint nú er tað serliga træ og stál, ið fangar meg. Eftir mínum tykki standa hesi tilfarini væl saman og samansetingin gevur eitt lekkurt og heitt retro-feel.
String hyllin, Otto viftan og blað-haldarin er ein samanseting av hesum báðum tilfarunum, og eg kundi serliga hugsað mær String hyllina at hava hangandi í gongini.
Retro-feelið er aftur at síggja í Arkitekta lampuni og grýtuni - ella rættari sagt: tað er retro. Eg minnist grønu arkitekta lampuna á gamla kontórinum hjá mammu. Og slíka grýtu havi eg ofta kókað pasta í. Eg kundi ikki annað enn at smílast tá eg las um grýtuna og smiðgevan tá eg hevði fakið Design og hverdagskultur - sniðgevin er Jens Quistgaard, ár 1956. Hettar er danskt design sum riggar og hevur hildið í fleiri ártíggju
Til ber at síggja hvar tey ymisku tingini eru frá við at fylgja hesi leinkjuni

1.9.13

Um okkum // fakta

Blogg-summarfrítíðin hjá okkum er av, og vit byrja aftur við einum braki!
Her fáa tit eina fantabuløsa mynd av okkum á Roskilde Festival í ár, og 8 fakta um okkum báðar:
1. Fólk taka javnan feil av okkum báðum, og vit eru fleiri ferðir spurdar um vit eru tvíburðar. Tað eru vit tó ikki, Solveig er 4 1/2 ár eldri enn Sunnvá
2. Solveig elskar at loysa krossorð
3. Sunnvá eigur nógvar jakkar, men hevur ikki funnið tann perfekta vetrarjakkan (enn)
4. Vit búgva báðar á Amager og hittast (næstan) hvønn dag og eta saman (í skrivandi stund er Sunnvá faktiskt á veg yvir til Solveig!)
5. Solveig lesur religiónssøgu á KUA
6. Sunnvá lesur medisin á Panum
7. Seinasti filmurin vit hugdu at saman var Love & Other Drugs
8. Hvørgan av okkum dámar kaffi - og Sunnvá drekkur bara te tá hon er køld

Tað er gott at vera aftur! Takk fyri at tit lesa við