16.7.13

Roskilde Festival 2013

Hetta var mítt fimta ár á Roskilde Festival, og tað var enn eina ferð sera gott. Hvørt ár royni eg at sammeta árini og finna útav, hvat hevur verið tað besta árið. Eg komi tó hvørja ferð til somu niðurstøðu; hvørt ár er øðrvísi – camp, tónleikur, veður, hýrur o.s.fr.
Í ár var eg saman við 8 floksfeløgum frá universitetinum, og tað var stuttligt at deila Roskilde við teimum. Hvørt kvøld í upphitingar døgunum høvdu vit eitt tema. Vit høvdu sailor, militer, country og toga tema, og hettar var við til at gera hvørt kvøld serligt, øðrvísi og nógv for stuttligt!
Tónleika dagarnir eru mínir yndis dagar, og aftaná fýra upphitingar dagar komu teir væl við.
Hósdagurin var fínastaslag. Eg hoyrdi Vinnie Who opna Orange, sum altíð er nakað serligt – so er man í gongd! Bestu konsertirnar hendan dagin vóru Kendrick Lamar og Disclosure. Kendrick Lamar var sera hjástaddur og hevði fólkið við sær. Disclosure var á Apollo og fólk vóru við uppá tað frá byrjan!
Tað, sum skuffaði hendan dagin var INGRID feat. Lykke Li, Peter Bjorn and John, Mike Snow, Coco, J. Åhlund and guests. Tey spældu á Orange klokkan 01.00, og eg væntaði at tað fór at vera lív í. Tað var tað ikki – vit gjørdust bæði troytt og køld eftir eina løtu. Konsertin var fløkjaslig, og ein fataði ikki heilt, hvør var á pallinum. Eftir Lykke Li hevði spælt, rýmdu vit. Eg haldi, at um konsertin hevði verið fyrr um dagin, hevði tað riggað betri. Fríggjadagurin var sera góður! Dagurin byrjaði við, at vit chillaðu til Marie Key. Síðani gingu vit runt og hugdu í handlar. Síðani spældi Bobby Womack, sum vit lurtaðu eftir meðan vit sótu í kø til Rihanna. Fleiri hava verið skeptisk um, at hon skuldi spæla á Roskilde, tí hon ikki passar inn. Eg stóð í pittinum við tveimum góðum vinkonum, og vit høvdu tað sera stuttligt til konsertina. Tað var eitt ball í pittinum, og øll vóru við uppá tað. Samanspælið millum hendan hýrin og sjálva Rihanna gjørdi konsertina fantastiska. Síðani fóru vit beint yvir til Crystal Castles og seinni til Simian Mobile Disco. Báðar hesar konsertirnar vóru feitar, og hetta var eitt gott framhald av Rihanna. Leygardagin hoyrdi eg Quadron, sum er stuttligur gentu poppur. Eg hoyrdi eisini eitt brot av Metallica, men skundaði mær yvir til Sigur Rós. Tað eri eg sera glað fyri, tí hendan konsertin var eitt hæddarpunkt fyri meg á Roskilde 2013. Aftaná hesa rørandi konsertina, gekk leiðin yvir til Chase & Status á Orange. MC Rage, sum var front figur til hesa konsertina, dugdi sera væl at fáa fólkið við, og ein kundi ikki lata vera við at dansa. Leiðin gekk síðani til Apollo, har fleiri diskarar diskaðu. Sunnudagur var síðsti dagur, og hendan dagin komu Solveig og Knút ein túr framvið. Vit hoyrdu James Blake, Azealia Banks, Woodlands og Kraftwerk saman. Veðrið var av tí fagrasta hendan dagin, og James Blake klokkan 14.30 á Orange við brennandi sól var ikki minni enn fantastiskt! Azealia Banks koyrdi tað heim, og at enda Roskilde 2013 við Kraftwerk var stórsligið!
Alt í alt kann eg róliga siga, at Roskilde 2013 var eitt fantastiskt ár!
Eg tók video til nakrar konsertir, og havi savnað klippini saman í hesum video'num.

No comments:

Post a Comment