31.7.13

Summarfrí

Bloggurin og vit halda summarfrí!
Kom og vitja okkum tá gerandisdagurin er byrjaður aftur
// S&S

19.7.13

Gott á G! í Gøtu

Fyrst tað allar týdningarmesta:
Kl. 18.15 spælir Knút á spæliplássinum. Vit elska Knút, og vænta at tað fer at vera ein feit rokk konsert.

Sunnvá og eg hugna okkum á G! Undir navninum Sugardaddy & Honeypie spældu Knút og eg í Grundini í gjár. Tað var fantastiskt at hava heiðurin av at spæla, og Grundin hevur aldrin sæð so feit út sum í ár.
Dugnaligi myndamaðurin Olivur Eystberg tók hesar báðar myndirnar av okkum:


Til ber at síggja fleiri myndir sum Olivur hevur tikið hósdagin her. Eisini kann viðmælast at fara inn á Facebook síðuna hjá G! har nógvar feitar myndir eru at síggja.

17.7.13

G! Festival 2013

Bloggurin er fullur av festival posts. Nú er tað G! festival, sum stendur fyri durum, og vit eru spentar!
Serliga gleði eg meg til at hoyra Den Sorte Skole. Eg havi hoyrt teir tvær ferðir á Roskilde, og báðar konsertirnar hava verið sera feitar. Eg hoyrdi teir ikki á Roskilde í ár, tí tað fall saman við øðrum tónleiki, sum eg vildi hoyra... Og tí teir koma á G!
Eisini gleði eg meg at hoyra Ásgeir Trausti, sum eins og Den Sorte Skole spældi samstundis sum ein annar bólkur á ársins Roskilde Festival.
Laid Back er eisini eitt must. Og Byrta! Enn havi eg ikki sæð tey live, og gleði meg nógv til hetta.
Annars skal eg eisini hoyra: Kári Sverrisson við Bendum Spónum, Knút, Sangløtan við Eivør, Teitur og Konfekt, Hogni, Sakaris, Boys In A Band, Karin Park, Alina Devecerski, MRC Riddims, LV & Okmalumkoolkat o.s.fr., o.s.fr.

16.7.13

Roskilde Festival 2013

Hetta var mítt fimta ár á Roskilde Festival, og tað var enn eina ferð sera gott. Hvørt ár royni eg at sammeta árini og finna útav, hvat hevur verið tað besta árið. Eg komi tó hvørja ferð til somu niðurstøðu; hvørt ár er øðrvísi – camp, tónleikur, veður, hýrur o.s.fr.
Í ár var eg saman við 8 floksfeløgum frá universitetinum, og tað var stuttligt at deila Roskilde við teimum. Hvørt kvøld í upphitingar døgunum høvdu vit eitt tema. Vit høvdu sailor, militer, country og toga tema, og hettar var við til at gera hvørt kvøld serligt, øðrvísi og nógv for stuttligt!
Tónleika dagarnir eru mínir yndis dagar, og aftaná fýra upphitingar dagar komu teir væl við.
Hósdagurin var fínastaslag. Eg hoyrdi Vinnie Who opna Orange, sum altíð er nakað serligt – so er man í gongd! Bestu konsertirnar hendan dagin vóru Kendrick Lamar og Disclosure. Kendrick Lamar var sera hjástaddur og hevði fólkið við sær. Disclosure var á Apollo og fólk vóru við uppá tað frá byrjan!
Tað, sum skuffaði hendan dagin var INGRID feat. Lykke Li, Peter Bjorn and John, Mike Snow, Coco, J. Åhlund and guests. Tey spældu á Orange klokkan 01.00, og eg væntaði at tað fór at vera lív í. Tað var tað ikki – vit gjørdust bæði troytt og køld eftir eina løtu. Konsertin var fløkjaslig, og ein fataði ikki heilt, hvør var á pallinum. Eftir Lykke Li hevði spælt, rýmdu vit. Eg haldi, at um konsertin hevði verið fyrr um dagin, hevði tað riggað betri. Fríggjadagurin var sera góður! Dagurin byrjaði við, at vit chillaðu til Marie Key. Síðani gingu vit runt og hugdu í handlar. Síðani spældi Bobby Womack, sum vit lurtaðu eftir meðan vit sótu í kø til Rihanna. Fleiri hava verið skeptisk um, at hon skuldi spæla á Roskilde, tí hon ikki passar inn. Eg stóð í pittinum við tveimum góðum vinkonum, og vit høvdu tað sera stuttligt til konsertina. Tað var eitt ball í pittinum, og øll vóru við uppá tað. Samanspælið millum hendan hýrin og sjálva Rihanna gjørdi konsertina fantastiska. Síðani fóru vit beint yvir til Crystal Castles og seinni til Simian Mobile Disco. Báðar hesar konsertirnar vóru feitar, og hetta var eitt gott framhald av Rihanna. Leygardagin hoyrdi eg Quadron, sum er stuttligur gentu poppur. Eg hoyrdi eisini eitt brot av Metallica, men skundaði mær yvir til Sigur Rós. Tað eri eg sera glað fyri, tí hendan konsertin var eitt hæddarpunkt fyri meg á Roskilde 2013. Aftaná hesa rørandi konsertina, gekk leiðin yvir til Chase & Status á Orange. MC Rage, sum var front figur til hesa konsertina, dugdi sera væl at fáa fólkið við, og ein kundi ikki lata vera við at dansa. Leiðin gekk síðani til Apollo, har fleiri diskarar diskaðu. Sunnudagur var síðsti dagur, og hendan dagin komu Solveig og Knút ein túr framvið. Vit hoyrdu James Blake, Azealia Banks, Woodlands og Kraftwerk saman. Veðrið var av tí fagrasta hendan dagin, og James Blake klokkan 14.30 á Orange við brennandi sól var ikki minni enn fantastiskt! Azealia Banks koyrdi tað heim, og at enda Roskilde 2013 við Kraftwerk var stórsligið!
Alt í alt kann eg róliga siga, at Roskilde 2013 var eitt fantastiskt ár!
Eg tók video til nakrar konsertir, og havi savnað klippini saman í hesum video'num.

11.7.13

Roskilde Festival 2013, Sunnudagur

Knút og eg høvdu ikki tíð at fara all in á Roskilde Festival í ár, men vit kláraðu ikki at halda okkum heilt vekk. Sunnudags-skráin sá spennandi út, og serliga var tað týski bólkurin Kraftwerk, ið lokkaði. Við góðum lagi fóru vit út á Dyrskuepladsen sunnudag; sól, bláur himmal, góður tónleikur og the orange feeling - tað er ikki at forsmáa! Tað var gott at vera aftur
Vit fylgdu skránni eg hevði lagt til rættis her, og hoyrdu helmingin av Ensiferum, James Blake, Azealia Banks, Laurel Halo, helmingin av Woodlands og til endans Kraftwerk.












4.7.13

Awesome Hósdagur

Sólin skínur, Sunnvá hugnar sær á Roskilde Festival, og vikuskiftið er fyri framman. Sunnudagin fara Knút og Solveig eisini ein túr á Roskilde. Awesome hósdagur í dag: ENJOY!
 Trýst á READ MORE um tú vilt síggja fleiri awesome myndir!

3.7.13

Enn meira smyrsl

Nógv bleiv strikað av ynskilistanum tá eg var í Brighton og tømdi Boots, men alt bleiv ikki keypt, og nýtt kemur eisini til. Hettar er tað sum eg kundi hugsað mær:

1. Helena Rubinstein maskara, Surrealist Everfresh. Eg elski HR maskarair, og kundi gott hugsað mær at roynt hesa
2. Escada parfuma, Cherry in the Air. Eg fekk ein testara av hesum tá eg var í Sephora í Lissabon, og havi tømt hann. Oftast haldi eg Escada parfumur eru ov søtar, men hesa dámar mær.
3. L'Oreal Rouge Caresse varrastift, Cheeky magenta. Eg havi verið glað fyri ta reyðu eg keypti í Brighton, og kundi gott hugsað mær at roynt hendan litin.
4. Mac Cosmetics pensil, 217 Blending brush. Legendariskur pensil ið hoyrir til einhvørja samling.
5. Aesop maska, Parsley Seed Cleansing Masque. Havi hoyrt gott um hesa maskuna, ið hjálpir móti óreinsku
6. Diorskin Healthy Glow Booster Blush kinnareytt, Petal 001. Liturin sær rættiliga pink út á myndini, men hetta er eitt heilt serligt kinnareytt ið tilpassar seg húðtónan hjá einum.
7. Laura Mercier Secret Camouflage Concealer dekkkrem, sc2. Kundi hugsað mær at roynt hettar og samanlíknað tað við Mac Studio Secret Concealer. Havi ætlað at keypt tað tvær ferðir, men tað hevur verið útselt í mínum liti báðar ferðir.
8. Shu Uemura Eyelash curler. Sitat úr The Devil Wears Prada: "We were in the Beauty Department and she held up this Shu Uemura eyelash curler and said "What is this?"- Legendariskur vippu-boyggjari!
9. Mac Cosmetics paintpot eygnaskuggi/primer, Painterly. Havi sæð fleiri Youtube bloggarar brúkt hendan eygnaskuggan, men havi ikki ordiliga skilt hví hann er so serligur. Men eitt viðmæli frá eini vinkonu ger allan munin!

Nummar 1, 2, 4, 6 og 9 ber til at keypa í tax-free á flogvøllinum í Keypmannahavn. Ætli mær at hyggja at tí á veg heim til Føroyar. Skal heilt vist hava nr. 9