23.6.13

Sminku sunnudagur - Boots

Seinastu dagarnar havi eg verið í Brighton. Eitt stað eg serliga hevði glett meg at vitja var Boots - Boots er ein handilsketa, ið kann samanberast við Matas/Heilsu, og tó, úrvalið er 100 ferðirnar størri. Eg hevði ein lista av tingum, ið eg vildi hyggja at, og keypti tey flestu av teimum. Okkurt av tí kann ikki keypast í Danmark, og tað sum ber til at keypa er munandi bíligari í Onglandi. Boots hevur ofta tilboð, og hesuferð var tilboðið keyp tvær vørur og fá seinnu til hálvan prís.
Tangle Teezer - hárbust, sum í útsjónd minnir um bustirnar ið fylgja við tá man keypir Barbie dukkur, men hendan kann faktiskt brúkast. Hon fer væl við hárinum, og hóskar seg eisini væl at greiða sær við tá man hevur vátt hár.
L'Oreal Rouge Caresse Lipstick í 401 Rebel Red - gjøgnumskygd varrastift ið er ómakaleys og vøkur. Hesar minna um YSL Volupté Sheer Candy varrastiftirnar, bara til ein brøkpart av prísinum. Úrvalið av litum er ikki tað størsta, men mær dámar litirnar sum eru. Havi hug at keypa mær eina ljósareyða næstu ferð.
Rimmel Scandaleyes Eyeliner í Nude - Hesin eygnarandarin (ja, orðabók ftw) sigst at vera næstan líka sum Chromographic pencil frá Mac, bert bíligari. Eg brúki hann á váta kantinum fyri at lýsna um eyguni og økið rundanum. Síggi eitt sindur meira vakin út um morgunin.
Batiste Dry Shampoo - Havi ikki roynt tað enn, men turr-sjampo er altíð gott at hava í ferða-stødd tá man er úti í heimi.
Maybelline The Rocket Volume Express Waterproof mascara - Hetta er ikki tann besta maskarain, men hon er fín. Skilur vippurnar, gevur fyllu, men leingir einki serligt.
Bourjois Healthy Mix Concealer - Eg keypti hendan concealarin tá vit vóru í Lissabon, havi brúkt hann síðani, og mær dámar hann væl. Heldur leingi, liggur væl á húðini, fjalir tað, ið skal fjalast uttan at gerast ov tungur og tjúkkur.
Rimmel Stay Matte Powder í Translucent - Sigst at líkjast Mac Mineralize Skinfinish. Mær dámar ikki at brúka putur, men hetta er lætt og liggur væl á húðini. Eg brúki bara eitt lítið vet av hesum fyri at fjala møguligan glans á huðini og fyri at seta sminkuna.
Maybelline Colour Tattoo í On and On Bronze - ein krem eygnaskuggi, ið eisini kann brúkast sum 'base' har til ber at koyra ein annan eygnaskugga útyvir. Ein fantastiska góð felags sminku-áhugað vinkona royndi hendan eygnaskuggan, men var ikki so glað fyri hann (tú veitst hvør tú ert). Eg havi brúkt hann eina ferð og higartil hevur hann fungerað fínt hjá mær.
Bourjois Healthy Mix Serum Foundation - Bourjois makeup verður framleitt sama stað sum Chanel makeup, og hetta foundationið sigst at líkjast teimum dýru og fínu Chanel fountations. Eg eri fan! Tað liggur væl á húðini og ger húðtónan einslittan. Healthy Mix Serum er 'gel-foundation' í mun til 'liquid foundation', so tað er eitt sindur øðrvísi at arbeiða við, men mær dámar tað væl.
Collection Lasting Perfection Concealer - Um man hyggur at Youtube bloggarum, kennir man allarhelst hendan concealarin, ið sigst at vera fantastiskur. Eg haldi hann er ov tjúkkur at brúka undir eygunum o.t., men hann hóskar væl til at fjala óreinsku. Eg var forkølað tá eg var í Brighton, og hann fjaldi reyðu nøsina ovfara væl
Soap & Glory Hand Maid - Mær dámar væl at hava 'reinar' hendur, men dámi einki serligt at av-spritta hendurnar tí oftast gerast tær turrar og lukta av spritt. Essie Button viðmældi hendan av-sprittaran frá Soap & Glory, so tá eg sá hann á flogvøllinum, keypti eg hann. Av-sprittarin tornar skjótt, turkar ikki hendurnar upp, men luktar/angar eitt sindur ov nógv av parfumu.

Essie Button er mín yndis Youtube bloggari. Hon hevur bæði bloggað á skrift og á video um hennara yndis "highstreet picks" - til ber at síggja tað her og her. Vil eisini viðmæla at hyggja at hennara "Drugstore Makeup Starter Kit" um man dámar væl sovorið.




2 comments:

  1. Collection Lasting Perfection!!! Gleði meg at síggja hann í veruleikanum!

    ReplyDelete
    Replies
    1. Eg eri fan! Sjálvt um hann bert er í trimum litum (light, medium, dark), so er medium akkurát fyri hjá mær

      Delete