25.6.13

Eitt sindur um kjólar og brúdleyp

Um nakrar fáar dagar gongur túrurin heim til Føroyar, og ikki minni enn tvey brúdleyp standa fyri framman. Ivin um hvat eg skuldi fara í, byrjaði beinanvegin vit fingu innbjóðingarnar, og eg havi havt eyguni opin síðani. Mín innara Emma Gad gjørdi um seg: ikki ein svartan kjóla, helst ikki reyðan, og so aldeilis ikki hvítan. Kjólin skal koma niður á knæ, og má ikki vera ov niðurringaður, og man má ikki hava naknar akslar til vígsluna. So at siga almenn vitan um man gongur upp í slíkt. Kortini vænti eg ikki at brúðarpørini fara at hugsa stórliga um hetta; vit skriva 2013, so slíkir siðir hava ikki eins stóran týdning, ið teir høvdu fyrr. Og eg má viðurkenna, at eg havi bæði verið í brúdleypum og dópum í svørtum kjóla.
Eg prátaði við Sunnvá um hvat vit skuldu finna uppá, og hon spurdi hví sjeikurin og eg ikki fóru í tjóðbúnan. Og so verður, og eg gleði meg.

Annars ber til at fáa inspiratión um hvat at fara í frá bloggarunum Emily her, og Line her og her

No comments:

Post a Comment