22.6.13

Ein góð máltíð

Av og á villast Sunnvá og eg inn í miðbýin í Keypmannahavn. Vit duga væl at hugna okkum, og eftirhondini hava vit funnið fleiri góð støð, har til ber at fáa sær ein góðan, lættan og skjótan bita.

The Yogurt Shop er nýggjasta staðið á listanum. Her ber til at keypa ymisk sløg av jogurt við frukt og kompot. Eg elski jogurt, og her ber til at royna alskyns samansetingar. Royndi 'Granny' í gjár, ið var jogurt við rabarbu/jarberja-kompot, granola og blandaðari frukt, og tað smakkaði ordiliga væl. Myndin omanfyri er av 'Apple with apple', ið er jogurt við súreplakompot og granatepli; eisini lekkurt.
Studenterhuset liggur á Købmagergade. Úrvalið av mati er ikki tað størsta, men ein vegetar-toast er ikki at forsmáa (og so kostar hann einans 15 kr um man er lesandi). Bíligar og góðar øl (frá Ølfabrikken), góður tónleikur og hugnaligur stemningur.

Fredco's Deli er ein lítil kafé, ið er væl umtókt millum ung í Keypmannahavn. Her ber til at gera sítt egna salat ella bíleggja eina tvíflís. Royn ein hindber-smoothie afturvið, hann smakkar fantastiskt. Omanfyri eti eg eina mozzarella-avokado tvíflís, og á fyrstu myndini etur Sunnvá salat frá Fredco's.
Vandkunsten Sandwich, sum fyrr æt Sandvitsen, liggur á eini síðugøtu á Købmagergade. Sum navnið vísur til, kann man her fáa ein sandwich, og til ber eisini at keypa salat, ið man sjálvur setur saman. Størri portiónir enn á Fredco's men ikki líka hugnaligt.

No comments:

Post a Comment