30.6.13

Spennandi tiltøk í FO fyri framman

Vit gleða okkum at koma heim til Føroyar! Fyrstu dagarnir eru longu fyltir við mentanarligum tiltøkum. Dagarnir frá 10-12 juli síggja soleiðis út:
MIKUDAGUR:
Listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík við Jógvan Andreas á Brúnni. Framsýningin er frá 4-10 juli.
Tiltakið á Facebook
HÓSDAGUR:
Knút hevur útgávukonsert í Perluni fyri nýggju útgávuni "On High".
Tiltakið á Facebook

FRÍGGJADAGUR:
Fyrst fara vit til Føroyar 5.2 - Hvussu ljóða Føroyar. Framsýning í Norðurlandahúsinum í døgunum 21 juni til 13 juli.  Fari heilt vist at keypa feitu plakatina til tiltakið, sum Kirstin Helgadóttir hevur gjørt.
Tiltakið á Facebook.
Síðani fara vit til dupult úttgávukonsert við Kára Sverrison "Nøkur fá fet afturat" og Bendum Spónum "Hvussu bendir man spónir" í Perluni.
Tiltakið á Facebook

Tá konsertin er liðug, fara vit yvir í Sirkus til Lebowski Fest.
Til ber at dáma síðuna á Facebook


28.6.13

Mín tilhugsaða Roskilde Festival skrá

Roskilde Festival 2013 stendur fyri framman. Í morgin opnar teltøkið, og fleiri túsund fólk ferðast til Dyrskuepladsen at hugna sær og lurta eftir góðum tónleiki. Eg havi verið á Roskilde seinastu 5 árini, men serritgerð, lokafreistir og fundar hava við sær. at tað bert verður sunnudag í ár.

Um eg hevði farið, hevði skráin hjá mær sæð soleiðis út:

HÓSDAG:
Kl. 18: Vinnie Who á Orange. Altíð stuttligt at síggja tá Orange pallurin verður opnaður.
Kl. 20.30 Kendrick Lamar á Arena
Kl. 23.00 C2C á Cosmopol
Kl. 01.00 Ingrid feat. Lykke Li, Peter Bjorn and John, Miike Snow, Coco, J. Åhlund and guests á Orange

FRÍGGJADAG:
13.30 Marie Key á Arena
15.30 Dead Can Dance á Arena
19.30 Bobby Womack á Orange
20.30 Den Sorte Skole á Arena. Tá Bobby Womack hevur vibe'að Orange liðugt, hevði eg farið yvir á Arena at lurta eftir Den Sorte Skole. Hesir kunnu eisini hoyrast á ársins G! Festivali, og tá ætli eg mær at hoyra framførsluna hjá teimum frá byrjan til enda.
22.30 Rihanna á Orange
02.30 Simian Mobile Disco á Apollo


LEYGARDAG:
12.00 Ekkozone performs Music for 18 Musicians í Cosmopol
17.00 Kris Kristofferson á Orange. Ásgeir Trausti spælir samstundis, men hann ætli eg mær at hoyra á G! Festival
19.30 The National á Orange. Her er ein lítil pausa har einki serligt er á skránni, sum eg hevði brúkt uppá at lurta eftir The National.
22.30 Metallica á Orange.
00.00 Sigur Rós á Arena. Havi hoyrt Sigur Rós fyrr, so tá Metallica er lidnir at spæla, hevði eg flutt meg yvir móti Arena at lurta eftir Sigur Rós


SUNNUDAG:
14.30 James Blake á Orange
16.00 Azealia Banks í Cosmopol
18.00 Laurel Halo á Apollo
20.30 Woodlands á Gloria
22.00 Kraftwerk á Orange. Minnst til 3D brillur!

27.6.13

I Would Like to Wear...




Listin er langur yvir ting, sum eg kundi hugsað mær! Her ein brotpartur av honum.
Adidas Gazelle í svørtum og hvítum! Klassiskir og penir kondiskógvar. Eg eri rættiliga kræsin, tá tað snýr seg um kondiskógvar (kul orð!), men hesir høvdu føturnir hjá mær verið glaðir fyri.
Daniel Wellington ur... Veruliga ynski eg mær eitt nikkulfrítt ur, tá eg ikki toli nikkul og eri tengd av at ganga við uri. Hattar har við at taka telefonina støðugt upp úr lummanum fyri at vita, hvat klokkan er og síðani gloyma tað.... Not a fan!
Stella Mccartney Falabella! Lekkur, rúmlig taska!
Trench coat'ish jakka frá & Other Stories. Royndi hann eina ferð, og eg fall fyri honum beinanvegin. Hann var tó einans í einari stødd og ov stórur.
Eames stól. Einfaldur, men so flottur!
Lyngby vasar. Ein retro klassikari við einkultum linjum og detaljum.

25.6.13

Eitt sindur um kjólar og brúdleyp

Um nakrar fáar dagar gongur túrurin heim til Føroyar, og ikki minni enn tvey brúdleyp standa fyri framman. Ivin um hvat eg skuldi fara í, byrjaði beinanvegin vit fingu innbjóðingarnar, og eg havi havt eyguni opin síðani. Mín innara Emma Gad gjørdi um seg: ikki ein svartan kjóla, helst ikki reyðan, og so aldeilis ikki hvítan. Kjólin skal koma niður á knæ, og má ikki vera ov niðurringaður, og man má ikki hava naknar akslar til vígsluna. So at siga almenn vitan um man gongur upp í slíkt. Kortini vænti eg ikki at brúðarpørini fara at hugsa stórliga um hetta; vit skriva 2013, so slíkir siðir hava ikki eins stóran týdning, ið teir høvdu fyrr. Og eg má viðurkenna, at eg havi bæði verið í brúdleypum og dópum í svørtum kjóla.
Eg prátaði við Sunnvá um hvat vit skuldu finna uppá, og hon spurdi hví sjeikurin og eg ikki fóru í tjóðbúnan. Og so verður, og eg gleði meg.

Annars ber til at fáa inspiratión um hvat at fara í frá bloggarunum Emily her, og Line her og her

23.6.13

Descalza

Hugflogið hevur verið lítið í royndartíðini, og tað kenst sum, at eg havi livað í einari "bubble".
Eg datt tó av tilvild á brúkarin hjá Susana Blasco á Instagram. Eg fall beinanvegin fyri hennara øðrvísi samklipp og byrjaði at fylgja henni. Stuttligt, hvussu hon blandar eldri myndir og gerandis ting saman. Finn hennara Instagram her.


Sminku sunnudagur - Boots

Seinastu dagarnar havi eg verið í Brighton. Eitt stað eg serliga hevði glett meg at vitja var Boots - Boots er ein handilsketa, ið kann samanberast við Matas/Heilsu, og tó, úrvalið er 100 ferðirnar størri. Eg hevði ein lista av tingum, ið eg vildi hyggja at, og keypti tey flestu av teimum. Okkurt av tí kann ikki keypast í Danmark, og tað sum ber til at keypa er munandi bíligari í Onglandi. Boots hevur ofta tilboð, og hesuferð var tilboðið keyp tvær vørur og fá seinnu til hálvan prís.
Tangle Teezer - hárbust, sum í útsjónd minnir um bustirnar ið fylgja við tá man keypir Barbie dukkur, men hendan kann faktiskt brúkast. Hon fer væl við hárinum, og hóskar seg eisini væl at greiða sær við tá man hevur vátt hár.
L'Oreal Rouge Caresse Lipstick í 401 Rebel Red - gjøgnumskygd varrastift ið er ómakaleys og vøkur. Hesar minna um YSL Volupté Sheer Candy varrastiftirnar, bara til ein brøkpart av prísinum. Úrvalið av litum er ikki tað størsta, men mær dámar litirnar sum eru. Havi hug at keypa mær eina ljósareyða næstu ferð.
Rimmel Scandaleyes Eyeliner í Nude - Hesin eygnarandarin (ja, orðabók ftw) sigst at vera næstan líka sum Chromographic pencil frá Mac, bert bíligari. Eg brúki hann á váta kantinum fyri at lýsna um eyguni og økið rundanum. Síggi eitt sindur meira vakin út um morgunin.
Batiste Dry Shampoo - Havi ikki roynt tað enn, men turr-sjampo er altíð gott at hava í ferða-stødd tá man er úti í heimi.
Maybelline The Rocket Volume Express Waterproof mascara - Hetta er ikki tann besta maskarain, men hon er fín. Skilur vippurnar, gevur fyllu, men leingir einki serligt.
Bourjois Healthy Mix Concealer - Eg keypti hendan concealarin tá vit vóru í Lissabon, havi brúkt hann síðani, og mær dámar hann væl. Heldur leingi, liggur væl á húðini, fjalir tað, ið skal fjalast uttan at gerast ov tungur og tjúkkur.
Rimmel Stay Matte Powder í Translucent - Sigst at líkjast Mac Mineralize Skinfinish. Mær dámar ikki at brúka putur, men hetta er lætt og liggur væl á húðini. Eg brúki bara eitt lítið vet av hesum fyri at fjala møguligan glans á huðini og fyri at seta sminkuna.
Maybelline Colour Tattoo í On and On Bronze - ein krem eygnaskuggi, ið eisini kann brúkast sum 'base' har til ber at koyra ein annan eygnaskugga útyvir. Ein fantastiska góð felags sminku-áhugað vinkona royndi hendan eygnaskuggan, men var ikki so glað fyri hann (tú veitst hvør tú ert). Eg havi brúkt hann eina ferð og higartil hevur hann fungerað fínt hjá mær.
Bourjois Healthy Mix Serum Foundation - Bourjois makeup verður framleitt sama stað sum Chanel makeup, og hetta foundationið sigst at líkjast teimum dýru og fínu Chanel fountations. Eg eri fan! Tað liggur væl á húðini og ger húðtónan einslittan. Healthy Mix Serum er 'gel-foundation' í mun til 'liquid foundation', so tað er eitt sindur øðrvísi at arbeiða við, men mær dámar tað væl.
Collection Lasting Perfection Concealer - Um man hyggur at Youtube bloggarum, kennir man allarhelst hendan concealarin, ið sigst at vera fantastiskur. Eg haldi hann er ov tjúkkur at brúka undir eygunum o.t., men hann hóskar væl til at fjala óreinsku. Eg var forkølað tá eg var í Brighton, og hann fjaldi reyðu nøsina ovfara væl
Soap & Glory Hand Maid - Mær dámar væl at hava 'reinar' hendur, men dámi einki serligt at av-spritta hendurnar tí oftast gerast tær turrar og lukta av spritt. Essie Button viðmældi hendan av-sprittaran frá Soap & Glory, so tá eg sá hann á flogvøllinum, keypti eg hann. Av-sprittarin tornar skjótt, turkar ikki hendurnar upp, men luktar/angar eitt sindur ov nógv av parfumu.

Essie Button er mín yndis Youtube bloggari. Hon hevur bæði bloggað á skrift og á video um hennara yndis "highstreet picks" - til ber at síggja tað her og her. Vil eisini viðmæla at hyggja at hennara "Drugstore Makeup Starter Kit" um man dámar væl sovorið.




22.6.13

Ein góð máltíð

Av og á villast Sunnvá og eg inn í miðbýin í Keypmannahavn. Vit duga væl at hugna okkum, og eftirhondini hava vit funnið fleiri góð støð, har til ber at fáa sær ein góðan, lættan og skjótan bita.

The Yogurt Shop er nýggjasta staðið á listanum. Her ber til at keypa ymisk sløg av jogurt við frukt og kompot. Eg elski jogurt, og her ber til at royna alskyns samansetingar. Royndi 'Granny' í gjár, ið var jogurt við rabarbu/jarberja-kompot, granola og blandaðari frukt, og tað smakkaði ordiliga væl. Myndin omanfyri er av 'Apple with apple', ið er jogurt við súreplakompot og granatepli; eisini lekkurt.
Studenterhuset liggur á Købmagergade. Úrvalið av mati er ikki tað størsta, men ein vegetar-toast er ikki at forsmáa (og so kostar hann einans 15 kr um man er lesandi). Bíligar og góðar øl (frá Ølfabrikken), góður tónleikur og hugnaligur stemningur.

Fredco's Deli er ein lítil kafé, ið er væl umtókt millum ung í Keypmannahavn. Her ber til at gera sítt egna salat ella bíleggja eina tvíflís. Royn ein hindber-smoothie afturvið, hann smakkar fantastiskt. Omanfyri eti eg eina mozzarella-avokado tvíflís, og á fyrstu myndini etur Sunnvá salat frá Fredco's.
Vandkunsten Sandwich, sum fyrr æt Sandvitsen, liggur á eini síðugøtu á Købmagergade. Sum navnið vísur til, kann man her fáa ein sandwich, og til ber eisini at keypa salat, ið man sjálvur setur saman. Størri portiónir enn á Fredco's men ikki líka hugnaligt.

!!!


Nú havi eg eisini fingið summarfrí! Good times ahead!

13.6.13

Awesome hósdagur - við einum ferili av ljósareyðum

  Trýst á READ MORE fyri at síggja fleiri myndir

My Bloody Valentine

Roskilde Festival 2008, My Bloody Valentine, Arena - ein av teimum bestu konsertunum eg nakrantíð havi verið til; topp 3! Í kvøld skulu vit aftur á konsert - My Bloody Valentine spælir á Vega. Vit hava lurtað nógv eftir plátunum Loveless, Isn't Anything og MBV seinastu tíðina, og vit eru so ótrúliga glað og spent at fara á konsert um eina løtu.
Um tit hava hug at kunna tykkum meira um My Bloody Valentine, haldi eg at The Brain Brimming Over Blog er eitt serstakliga gott stað at nema sær vitan

8.6.13

Ikki Heilt Deyð - Enn!

Sólin skínur her í Keypmannahavn, men hettar fái eg ikki gagnnýtt til fulnar, tá eg lesi til roynd. Gleði meg nógv til 20. juni, tá royndirnar eru yvir. Summer feeling, Roskilde og ein heldur lang summarfrítíð í Føroyum liggur fyri framman- fantastiskt!
(Yeah right, sum um summarfrítíðin hjá mær fer at síggja soleiðis út! Myndir via her)