29.5.13

Løtumyndir úr Lissabon

Knút og eg vóru í Lissabon mánaðarskiftið apríl/mai. Vit høvdu ein fantastiska hugnaligan túr, og Lissabon hóskar seg væl til at sveima, mussast og leiðast í.

Eg fekk bókina Turen går til Lissabon hjá Politiken í føðingardagsgávu. Vit vóru ómetaliga glað fyri at hava Berlin útgávuna tá vit vóru í Berlin, so vit vóru spent at vita um hendan bókin eisini goymdi uppá duldar perlur og góðar upplivingar í býnum. Tað gjørdi hon, men ikki í líka stóran mun sum Berlin-bókin, men hon var kortini ómetaliga góð at hava.
Vit steðgaðu í 5 dagar, ið vit hildu var akkurát fyri. Vit høvdu sum so ikki nakað ávíst á skránnim men náddu at uppliva nógv, og fáa ein smakk av Lissabon uppá teir dagarnir. Okkum dámdu best økini Bairro Alto og Alfama, ið bæði eru eldri býarpartar við hugnaligum lítlum gøtum at villast í, sjarmerandi matstovum og vøkrum monumentum. Metro skipanin er løtt at brúka, bílig og ger tað lætt at koma runt í býnum (eisini út á flogvøllin). Vit búðu á einum hotelli, ið lá stutt frá sentrum og beint við við metro-støðina Parque.
Góð støð at vitja:
Belém er ein minni býarpartur vestanfyri Lissabon. Gott hugskot at seta ein heilan dag av til Belém, tí har er nógv at síggja og uppliva.
Torre de Belém: gamalt, vakurt torn við vøkrum útsýni yvir Belém
Mosteiro dos Jerónimos: kleystur bygt við hugtakandi arkitekturi. Í kirkjuni er m.a. líkkistan hjá Vasco da Gama, og tað var her Columbus legði at tá hann kom aftur úr Amerika.
Centro Cultural de Belém: minimalistiskur mentanarmiðdepil við modernaðari list fyri milliardir.
Antiga Confeitaria de Belém: gamalt kondittarí, ið er kent fyri kakurnar Pastéis de Belém, ið síggjast á myndini niðriundir.
Í Alfama eru fleiri flott bygningsverk og kagstøð, m.a.:
, Largo da Sé, vakur, stórur katedralur. Eitt petti av katedralinum á seinastu myndini.
Castelo de Sao Jorge, eitt slott, ið liggur á hægsta punkti í Lissabon; útsýnið er fantastiskt, og slottið er spennandi at ganga runt í.
Miradouro de Santa Luiza, útsýni yvir allan býin - fjóðra myndin er tikin har.
Annað:
- Ymiskir klædnahandlar, so sum Zara og Mango eru bæði bíligari og hava størri úrval sunnanfyri
- Tað er lætt at villast í eldru býarpartunum, men hettar er ein partur av upplivingini. Tað snýr seg um at njóta umhvørvið uttan at hava málið í huga allatíðina.
- Kanna býin ein býarpart ísenn. Far til t.d. Alfama, og vitja tey ymisku støðini og bygningsverkini sum eru í økinum. Oftast er stutt frá einum staði til annað
Lissabon er ein sonn matstovu og kafé jungla - matstovur, barrir og kaféir eru næstan á hvørjum horni. Okkum dámdu væl hesi støðini:
Frokost:
Kaffehaus, í miðbýnum, hugnalig kafé í miðbýnum við eysturríkskum tema. Jogurtið við frukt smakkaði væl, og apfelstrudel við vanilju-ísi smakkaði fantastiskt.
Cafe Pois, Alfama, kanska ikki beinleiðis ein perla, men ein hugnalig kafé við ókeypis wifi
Døgurða
Estrela da Bica: nýggj matskráð hvønn dag, altíð ein vegetar-rættur á skránni, hampuliga bíligt, vinarlig viðskiftafólk, feitt umhvørvi - okkum dámdu so væl hesa matstovu, at vit fóru aftur her seinasta kvøldið at eta
Um Kvøldið:
A Capela: Boheme bar við róligum huglagi og feitum DJs (tá vit vóru har). Serliga eitt feitt stað um kvøldið

Eg var í iva um eg skuldi leggja hettar aftrat ella ikki, men hugsi at tað eisini var ein partur av túrinum, og tí kunnu tit eisini lesa um tað, ið ferðahandbókin viðmælir, men vit ikki vóru serliga ovfarin av:
El Dorado, elsti second-hand handilin í Bairro Alto. Ferðahandbókin sigur handilin vera staðið at finna vinyl og endurnýtslu-perlur. Klæðir og vinyl-plátur vóru (alt ov) dýrar, úrvalið var einki serligt, og stemningurin í handlinum var so sum so.
Porte Bonheur, ein annar second-hand handil í Bairro Alto, ið bókin lýsir sum 80ara heaven - tá vit endiliga høvdu funnið adressuna, var handilin afturlatin vegna fíggjartrot.
Mahjong, barr í Bairro Alto. Huglagið og tónleikurin var ov uppgjørdur. Far heldur á A Capela, ið liggur á somu gøtu.
Tease Bakery, kafé, ið bara spælir rokk, og selur cupcakes. Ljóðar fantastiskt, men eg gjørdist vónbrotin - køkurnar vóru turrar og keðiligar, úrvalið var lítið, tað var dýrt og huglagið var kalt og ópersónligt.
Padrao dos Descobrimentos: monument fyri rannsóknarfararar í Belém - til ber altíð fara at hyggja at tí um man er har, men vit hildu at var heldur kitsch.
Ferðahondbókin var ikki eins eftirfarandi og Berlin versiónin var, men hon vísti okkum kortini aloftast á góð støð.
Sum sagt í byrjanini: vit høvdu ein ómetaliga góðan túr til Lissabon, og viðmæla býin sum ferðastað. Lissabon er ein avslappaður stórbýur við vinarligum íbúgvum, og eitt er vist, man gongur nógvar brekkur.

No comments:

Post a Comment