30.5.13

Brunsj á Laundromat




Tá Solveig hevði føðingardag, fóru vit á The Laundromat Café á Frederiksberg at eta brunsj. Tað smakkaði ótrúliga væl, og vit vóru mett restina av degnum. Okkum dámar væl The Laundromat Café, ið er innrættað í einum hugnaligum, urbanum stíli. Til ber at lesa bøkurnar, ið prýða diskin, har er ókeypis wifi, og man kann enntá vaska klæðir har. Eisini hava vit roynt burgararnir, sum liggur í góða endanum av einum kafé-burgara (tó slær einki Halifax)

Awesome hósdagur

Sólin skínur bæði í Danmark og í Føroyum, fólk eru glað og Distortion er í Keypmannahavn. Vikuskiftið sær spennandi út við Nordic Stage á Distortion fríggjadag, loppumarknað á Studenterhuset har eg fari at selja alt møguligt, De Forblæste Øer konsert á Loppen, og Final Party á Distortion leygardag, so verður slappað heilt av sunnudag (og so hugsa vit ikki um tær 20 síðurnar av ritgerðini, ið skulu handast inn mánadagin)

 




Trýst á "READ MORE" fyri at síggja allar myndirnar

29.5.13

Løtumyndir úr Lissabon

Knút og eg vóru í Lissabon mánaðarskiftið apríl/mai. Vit høvdu ein fantastiska hugnaligan túr, og Lissabon hóskar seg væl til at sveima, mussast og leiðast í.

Eg fekk bókina Turen går til Lissabon hjá Politiken í føðingardagsgávu. Vit vóru ómetaliga glað fyri at hava Berlin útgávuna tá vit vóru í Berlin, so vit vóru spent at vita um hendan bókin eisini goymdi uppá duldar perlur og góðar upplivingar í býnum. Tað gjørdi hon, men ikki í líka stóran mun sum Berlin-bókin, men hon var kortini ómetaliga góð at hava.
Vit steðgaðu í 5 dagar, ið vit hildu var akkurát fyri. Vit høvdu sum so ikki nakað ávíst á skránnim men náddu at uppliva nógv, og fáa ein smakk av Lissabon uppá teir dagarnir. Okkum dámdu best økini Bairro Alto og Alfama, ið bæði eru eldri býarpartar við hugnaligum lítlum gøtum at villast í, sjarmerandi matstovum og vøkrum monumentum. Metro skipanin er løtt at brúka, bílig og ger tað lætt at koma runt í býnum (eisini út á flogvøllin). Vit búðu á einum hotelli, ið lá stutt frá sentrum og beint við við metro-støðina Parque.
Góð støð at vitja:
Belém er ein minni býarpartur vestanfyri Lissabon. Gott hugskot at seta ein heilan dag av til Belém, tí har er nógv at síggja og uppliva.
Torre de Belém: gamalt, vakurt torn við vøkrum útsýni yvir Belém
Mosteiro dos Jerónimos: kleystur bygt við hugtakandi arkitekturi. Í kirkjuni er m.a. líkkistan hjá Vasco da Gama, og tað var her Columbus legði at tá hann kom aftur úr Amerika.
Centro Cultural de Belém: minimalistiskur mentanarmiðdepil við modernaðari list fyri milliardir.
Antiga Confeitaria de Belém: gamalt kondittarí, ið er kent fyri kakurnar Pastéis de Belém, ið síggjast á myndini niðriundir.
Í Alfama eru fleiri flott bygningsverk og kagstøð, m.a.:
, Largo da Sé, vakur, stórur katedralur. Eitt petti av katedralinum á seinastu myndini.
Castelo de Sao Jorge, eitt slott, ið liggur á hægsta punkti í Lissabon; útsýnið er fantastiskt, og slottið er spennandi at ganga runt í.
Miradouro de Santa Luiza, útsýni yvir allan býin - fjóðra myndin er tikin har.
Annað:
- Ymiskir klædnahandlar, so sum Zara og Mango eru bæði bíligari og hava størri úrval sunnanfyri
- Tað er lætt at villast í eldru býarpartunum, men hettar er ein partur av upplivingini. Tað snýr seg um at njóta umhvørvið uttan at hava málið í huga allatíðina.
- Kanna býin ein býarpart ísenn. Far til t.d. Alfama, og vitja tey ymisku støðini og bygningsverkini sum eru í økinum. Oftast er stutt frá einum staði til annað
Lissabon er ein sonn matstovu og kafé jungla - matstovur, barrir og kaféir eru næstan á hvørjum horni. Okkum dámdu væl hesi støðini:
Frokost:
Kaffehaus, í miðbýnum, hugnalig kafé í miðbýnum við eysturríkskum tema. Jogurtið við frukt smakkaði væl, og apfelstrudel við vanilju-ísi smakkaði fantastiskt.
Cafe Pois, Alfama, kanska ikki beinleiðis ein perla, men ein hugnalig kafé við ókeypis wifi
Døgurða
Estrela da Bica: nýggj matskráð hvønn dag, altíð ein vegetar-rættur á skránni, hampuliga bíligt, vinarlig viðskiftafólk, feitt umhvørvi - okkum dámdu so væl hesa matstovu, at vit fóru aftur her seinasta kvøldið at eta
Um Kvøldið:
A Capela: Boheme bar við róligum huglagi og feitum DJs (tá vit vóru har). Serliga eitt feitt stað um kvøldið

Eg var í iva um eg skuldi leggja hettar aftrat ella ikki, men hugsi at tað eisini var ein partur av túrinum, og tí kunnu tit eisini lesa um tað, ið ferðahandbókin viðmælir, men vit ikki vóru serliga ovfarin av:
El Dorado, elsti second-hand handilin í Bairro Alto. Ferðahandbókin sigur handilin vera staðið at finna vinyl og endurnýtslu-perlur. Klæðir og vinyl-plátur vóru (alt ov) dýrar, úrvalið var einki serligt, og stemningurin í handlinum var so sum so.
Porte Bonheur, ein annar second-hand handil í Bairro Alto, ið bókin lýsir sum 80ara heaven - tá vit endiliga høvdu funnið adressuna, var handilin afturlatin vegna fíggjartrot.
Mahjong, barr í Bairro Alto. Huglagið og tónleikurin var ov uppgjørdur. Far heldur á A Capela, ið liggur á somu gøtu.
Tease Bakery, kafé, ið bara spælir rokk, og selur cupcakes. Ljóðar fantastiskt, men eg gjørdist vónbrotin - køkurnar vóru turrar og keðiligar, úrvalið var lítið, tað var dýrt og huglagið var kalt og ópersónligt.
Padrao dos Descobrimentos: monument fyri rannsóknarfararar í Belém - til ber altíð fara at hyggja at tí um man er har, men vit hildu at var heldur kitsch.
Ferðahondbókin var ikki eins eftirfarandi og Berlin versiónin var, men hon vísti okkum kortini aloftast á góð støð.
Sum sagt í byrjanini: vit høvdu ein ómetaliga góðan túr til Lissabon, og viðmæla býin sum ferðastað. Lissabon er ein avslappaður stórbýur við vinarligum íbúgvum, og eitt er vist, man gongur nógvar brekkur.

23.5.13

Stilt, men gott

Tað hevur verið eitt sindur stilt. Hettar er tí, at royndirnar liggja nú og ein mánað fram. Í dag var mín fyrsta roynd - einans tvær eftir! So er summarfrítíð, wuhu!
So til nakað heilt annað; mánadagin fara eg og ein vinkona til konsert hjá Beyoncé! Svakt eg gleði meg nógv!

16.5.13

Komandi filmar eg gleði meg at síggja

Feitar film-plakatir til komandi filmar, ið eg gleði meg at síggja, ið einki hava við hvønannan at gera: Nymphomaniac hjá Lars von Trier og The Bling Ring hjá Sofia Coppola.
Eg gleði meg eisini at hoyra soundtrackið til The Bling Ring, ið bjóðar tónleik frá m.a. M.I.A, Kanye West, Frank Ocean, Azealia Banks, og 'film score' av Oneohtrix Point Never.

14.5.13

Vár

Várið er komið til Keypmannahavnar! Enn er ov kalt at ganga í shorts og toppi, men vetrarjakkin er goymdur burtur til eg fari til Føroyar í summar (tí í Føroyum brúkar man (eg) vetrarjakka árið runt). Eg keypti mær jakkan omanfyri í Zara í Lissabon, og eg havi brúkt hann nógv síðani. Lekkur ljósur litur, ið hóskar til góða veðrið vit hava havt seinastu tíðina
Nýggjastu tíðindi eru, at skjótt fer at bera til at keypa sminku-merkið Nars í Sephora í Keypmannahavn. Eg havi hoyrt nógv gott um merkið, men havi aldrin sjálv roynt tað. Serliga ætli eg at hyggja at Multiple Stick í litinum Orgasm, ið bæði kann brúkast sum kinnareytt og varrastift.
Trýst her fyri at síggja hvar teir ymisku lutirnir og pløggini eru frá

13.5.13

Saint Laurent


Danska modellin Freja Beha hevur ikki verið at sæð í mótamyndini seinastu tíðina, men nú er hon aftur Í seinasta mánaða varð hon at síggja á forsíðuni á Vogue Paris, og nýggjasta útspælið frá henni er myndarøðin omanfyri til pre-fall Saint Laurent.
Mær dámar væl myndarøðina - geometrisku formarnir, uppsetingin, svart/hvítu myndirnar og ikki minst flotta Freja, ið er ein av mínum yndis modellum.

12.5.13

Mammudagur

Áh, vit høvdu væl tímað at verið í Føroyum í dag. Sitið í stovuni og hugnað okkum, øll somul savnað við onkrum lekrum til matna. Vónandi hava tit havt ein góðan mammudag og hava hjúklað um mammu tykkara!

8.5.13

Outfit 8.5.13

Sum Sunnvá skrivaði her, vóru vit í býnum fyri nøkrum døgum síðani og hugnað okkum.Vit funnu eisini stundir at taka myndir - hetta at standa frammanfyri myndatólinum var ein heldur øðrvísi uppliving, men stuttligt kortini.

Jakki - H&M // Troyggja - Vintage // Jeans - Won Hundred // Skógvar - Topshop

7.5.13

25 ár! Føðingardagsgávur

Føðingardagar eru mínir yndisdagar. Fyri nøkrum døgum síðani fylti eg 25, og dagurin var so fantastiska góður. Dagurin byrjaði við sangi og gávum. Síðani fóru vit at eta brunch á The Laundromat Café. Dagurin endaði í Lissabon, har Knút og eg vóru í nakrar dagar. Eg eri so glað fyri gávurnar, ið vóru hesar:
The Boatman's Call, Nick Cave & the Bad Seeds // The Death of Bunny Munro, Nick Cave // The Orphan Master's Son, Adam Johnson // Gávukort til Magasin // Treningsskógvar frá Nike // Atgongumerki til My Bloody Valentine konsert í Vega // Totebag við print frá plátuni Bloom hjá Beach House // Kanel (sjálvandi!) // Turen går til Lissabon - og ferð!

6.5.13

Vælvera


Ymiskt er komið aftrat av sminku og húðproduktum seinastu tíðina. Í Lissabon keypti eg tey fýra Bioderma og Bourjois produktini - hesi merkini kann man ikki keypa í Keypmannahavn (sum eg veit um), og eg havi leingi viljað roynt Sensibio H2O og Healthy Mix Serum Foundation.
Mín yndis maskara er hendan frá Helena Rubinstein. Fyri at fáa hana av um kvøldarnar, er gott at bruka eye make-up remover frá & Other Stories, ið fær vatntætta maskara av.

 & Other Stories - Linen white // Avéne Cicalfate Créme Réparatrice // Helena Rubinstein - Lash Queen Feline Blacks // Bioderma - Eye Contoyr Gel // Bioderma Sensibio H2O // Bourjois Healthy Mix Concealer // Bourjois Healthy Mix Serum Foundation // & Other Stories - Double Duty Eye Make-Up Remover

2.5.13

Outfit




Síðsta fríggjadag fóru Solveig og eg ein túr í býin eftir eina langa viku. Vit vóru á Fredco's Deli og fingu okkum ein bita. Mega lekkurt! Eg nýtti eitt gávukort í Monki og fann ein penan jakka í Urban Outfitters, sum tit sleppa at síggja seinni!

Jakki - Monki / Toppur - Episode á Roskilde Festival / Niðurdeilur - H&M / Sólbrillur - H&M / Turriklæði - Guðrun&Guðrun / Skógvar - Kurt Geiger