14.4.13

Yndis vintage


































Tá Sunnvá og eg eru í býnum, finna vit onkuntíð veg inn í ymiskar endurnýtsluhandlar. Sum oftast fari eg tómhent út aftur, men onkuntíð havi eg eydnuna við mær, finni nálina í sátuni, og komi heim við onkrum góðum. Hesi 6 pløggini eru øll keypt í ymiskum endurnýtslu-høpi
1. Svørt rullukraga-troyggja úr angora keypt í Episode, Keypmannahavn. Hon er so heit og bleyt at vera í, og eg havi brúkt hana nógv í vetur.
2. Hvít/krem bundin troyggja keypt á marknaði í Mauerpark, Berlin. Keypti hana við myndini av Alexa Chung í eini grovt bundnari, oversize troyggju í høvdinum. Eisini ein heit troyggja, ið er deiliga ómakaleys at vera í
3. Tað er ikki ofta man finnur eitt par av buksum sum siga spaðar 2 í endurnýtslu, men ein dagin tá eg fór inn í tann lokala Frelsens Hær Genbrug á Holmbladsgade hingu eitt par av svørtum Won Hundred buksum, sum passa sum fótur í hosu.
4. Svartur kjóli keyptur á Ólavsøku 2007 í einum pop-up endurnýtsluhandli á Káta Horninum. Hesin hevur verið til nógvar góðar veitslur - bæði hjá mær og Sunnvá
5. Brúnur leður ryggsekkur keyptur á marknaði í Mauerpark í Berlin.
6. Svørt clutch, sum eg havi fingið í føðingardagsgávu frá fittastu gentu í Brighton.

No comments:

Post a Comment