30.4.13

Lekkurt Pastasalat!

Eg var til páskahald við flokkinum um páskirnar. Vit høvdu kalt borð, so øll skuldu hava okkurt við. Tá eg fekk húgvuna, gjørdi Solveig eitt slag av pastasalat, sum smakkaði mega væl! Eg valdi tí at royna uppskriftina, og hon eydnaðist sera væl.
Uppskriftin til pastasalatið er sera løtt: Kóka ein pakka av skrúvum. Sker eina grøna og eina reyða piparfrukt umframt eina purru í flísar. Koyr ein pakka av skinkustrimlum og eina dós av mais í og blanda alt tilfarið saman við súrróma. Koyr eitt sindur av súrróma í ísenn og blanda til tú heldur konsistensurin er góður. Koyr eitt skvett av ketsjupp í, eitt sindur av salti og pipari og blív við, til tú heldur tað smakkar fantastiskt. Voilà!




No comments:

Post a Comment