30.4.13

Lekkurt Pastasalat!

Eg var til páskahald við flokkinum um páskirnar. Vit høvdu kalt borð, so øll skuldu hava okkurt við. Tá eg fekk húgvuna, gjørdi Solveig eitt slag av pastasalat, sum smakkaði mega væl! Eg valdi tí at royna uppskriftina, og hon eydnaðist sera væl.
Uppskriftin til pastasalatið er sera løtt: Kóka ein pakka av skrúvum. Sker eina grøna og eina reyða piparfrukt umframt eina purru í flísar. Koyr ein pakka av skinkustrimlum og eina dós av mais í og blanda alt tilfarið saman við súrróma. Koyr eitt sindur av súrróma í ísenn og blanda til tú heldur konsistensurin er góður. Koyr eitt skvett av ketsjupp í, eitt sindur av salti og pipari og blív við, til tú heldur tað smakkar fantastiskt. Voilà!




28.4.13

Movies I've Watched Lately #2




Armageddon / Lost in Translation / The Place Beyond the Pines / Argo / Django Unchained / Lars and the Real Girl

27.4.13

25

TILLUKKU! Solveig hevur føðingardag í dag! Pakkin er klárur, og vit fara at hátíðarhalda dagin við brunch hvørja løtu. Vónandi fært tú ein mega góðan dag og nakrir fantastiskir dagar í Lissabon! Muss og klemm x 100000!
P.S. 

xoxo

25.4.13

Awesome hósdagur

Eg elski hósdagar!
Inspiratións-mappan á telduni er við at vera tóm, so eg  má fara at rannsaka Tumblr heimin fyri góðbitar. Her fáa tit nakrar myndir. Ladies and gentlemen, enjoy!

24.4.13

Casey Legler - einki mark


Eg taki tráðin upp frá Sunnvá í gjár. Kvinnan á myndunum omanfyri er Casey Legler. Hon er fyrrverandi OL-svimjari, og hevur skrivað sáttmála við Ford Models sum mannlig modell burturav. Hon er vøddamikil, høg og hevur markant andlitsdrøg.

Um arbeiðið sum modell og kundarnir hjá sær sigur Casey:
They want to shoot me because I have a narrative, and implicit in that is a conversation. I'm not androgynous," she stresses, holding her drink with tattooed fingers. "There is no ambiguity with me." - Grein frá The Guardian
Profilurin hjá Casey á Ford heimasíðuni kann síggjast her

23.4.13

A Walk Down Memory Lane #2

Minnast tit hendan? Hann eitur Andrej Pejic og er einans 21 ár. Nógv halda, at Andrej er áhugaverdur, tí hann skilir seg út við sínum kvinnuligu trekkum og langa ljósa hári. Andrej hevur arbeitt við mongum millum annað Marc Jacobs og Jean Paul Gaultier.





18.4.13

Awesome hósdagur

 Awesome hósdagur! Tað hevur við sær, at tað er fríggjadagur í morgin. Trýst á "Read more" um tú vilt síggja allar myndirnar

In the summertime

Coachella Valley Music and Arts Festival hevur verið farna vikuskifti, og verður aftur komandi vikuskifti. Myndir av konsertum, sól og fólk í góðum lagi eru at finna kring netið, og eg kundi gott hugsað mær at verið har og uppliva festivalin - og einki havt ímóti at tað var í omanfyristandandi setti.
Trýst her fyri at síggja hvar alt er frá

17.4.13

Kort


Hettar er mega kul! Hevði kunnað hugsað mær líknandi yvir Føroyar. Via her.
Síggj onnur kort her, her og her.

14.4.13

Yndis vintage


































Tá Sunnvá og eg eru í býnum, finna vit onkuntíð veg inn í ymiskar endurnýtsluhandlar. Sum oftast fari eg tómhent út aftur, men onkuntíð havi eg eydnuna við mær, finni nálina í sátuni, og komi heim við onkrum góðum. Hesi 6 pløggini eru øll keypt í ymiskum endurnýtslu-høpi
1. Svørt rullukraga-troyggja úr angora keypt í Episode, Keypmannahavn. Hon er so heit og bleyt at vera í, og eg havi brúkt hana nógv í vetur.
2. Hvít/krem bundin troyggja keypt á marknaði í Mauerpark, Berlin. Keypti hana við myndini av Alexa Chung í eini grovt bundnari, oversize troyggju í høvdinum. Eisini ein heit troyggja, ið er deiliga ómakaleys at vera í
3. Tað er ikki ofta man finnur eitt par av buksum sum siga spaðar 2 í endurnýtslu, men ein dagin tá eg fór inn í tann lokala Frelsens Hær Genbrug á Holmbladsgade hingu eitt par av svørtum Won Hundred buksum, sum passa sum fótur í hosu.
4. Svartur kjóli keyptur á Ólavsøku 2007 í einum pop-up endurnýtsluhandli á Káta Horninum. Hesin hevur verið til nógvar góðar veitslur - bæði hjá mær og Sunnvá
5. Brúnur leður ryggsekkur keyptur á marknaði í Mauerpark í Berlin.
6. Svørt clutch, sum eg havi fingið í føðingardagsgávu frá fittastu gentu í Brighton.

11.4.13

Prik

Tá eg liggi sjúk, geri eg alt annað enn eg skal - og tað er eisini í lagið!
Í gjár hugdi eg at nógvum ymiskum tumblr og datt á nógvar tatoveringar. Eg hevði kunnað hugsað mær eina, men ivist stórliga í, hvat skal avmyndast. Hesar eru heilt víst spennandi og geva íblástur.






Awesome hósdagur

Tað er hósdagur, og vikuskifti er á gáttini. Enn eina ferð havi eg verið í inspiratións-mappuni og funnið ymiskt gott. Einki stendur í kalendaranum næstu dagarnar, og teir skulu nýtast til fulnar. Fyri at síggja allar myndirnar, trýst á "Read More" undir 5. myndini
Vitja upphavsmennirnir og teirra tráð A Collection of Awesome her

10.4.13

Neutralt og avslappað


Hetta settið kundi eg gott hugsað mær at latið meg í og átt í klædnaskápinum. Tað burdi ikki verið so torført at fingið fatur á - Buksurnar og troyggjan eru bæði frá Monki og í handlunum nú.
Annars eru skógvarnir frá Topshop, urið frá Daniel Wellington, hálsprýði og ringur frá Whistles, sólbrillurnar Aviator av merkinum Ray-Ban og ljósið Figuier frá Diptyque og eygnaskugga-palett í Naked Basic frá Urban Decay