7.3.13

Speaker Bite Me á Frost Festival

Fríggjadagin vóru Knút og eg á konsert hjá danska bólkinum Speaker Bite Me. Tey spældu í Koncertkirken í samband við Frost Festival, og høvdu eina album-konsert, har tey spældu alla "If Love Is Missing It Must Be Imposed" frá 2000, ið eisini er kend sum høvuðsverk teirra.
Speaker Bite Me, Koncertkirken, Frost Festival
Vit hitaðu upp heimanífrá við at tráð lurta fløguna ígjøgnum, so vit vóru væl fyrireikað. Konsertin endaði eisini við at vera ein av teimum bestu í langa tíð. Serliga fyrsti sangurin á plátuni, "Uh-ah", var eg glað fyri at hoyra. Tey valdu enntá at enda konsertina við sama sangi - full circle.
Speaker Bite Me hava ikki spælt live í nøkur ár, so fólk vóru í eyka góðum hýri, og tá eg var millum áskoðararnir, kendist tað sum at øll høvdu eitt serligt tilknýti til bólkin. Hetta, saman við einum væl samanspældum bólki og góðum noise-rokki, gjørdi konsertina til nakað heilt serligt.
Speaker Bite Me á Facebook

No comments:

Post a Comment