29.3.13

Post Hoydalar - Fiji!

Leygardagin kom eg heim í páskafrí. Tá eg fór inn á kamarið hjá mær, var hendan myndin tað fyrsta eg sá. Tað kennist sum í gjár, at húgvan varð sett á høvdið og lívsgleði var á hægsta støði. Tó er nógv hent síðani hendan dagin.
Tá eg varð liðug í Hoydølum, arbeiddi eg so nógv sum eg kundi. 4. november 2012 fóru eg og tann, sum eg deildi kamar við á eftirskúlanum, til Fiji.Vit fóru við einum donskum felagsskapi, sum eitur Dansk Studie Center. Vit vóru 10 ung og ein leiðari, og vóru í Fiji í eitt sindur meira enn ein mánað.



Á veg til Fiji millumlendu vit í London og Hong Kong. Ferðin var drúgv, men tá vit vóru komin til Fiji, kundi ein ikki hugsa annað enn, at Fiji er fantastiskt! Tað kendist sum, at alt var tikið úr einum postkorti – slíkt útsýni og slíkt hav hevði eg bara sæð í ferðabløðum.





Sjálvt um vit ofta ikki trúðu okkara egnu eygum, tí tað var so fantastiskt, sóu vit eisini umstøður, ið vóru ræðandi. Fiji er eitt fátækt land, og flestu fólk búgva í húsum sett saman av takplátum. Náttúru-umstøðurnar, sum til dømis yvirflóð, gera tað ógjørligt hjá fólki at byggja sær eitt støðufast og varandi heim.
Umstøðurnar eru ringar, og tey flestu hava einans pening til dagin, men kortini havi eg ongantíð møtt einum fólkaslagi, sum eru so lívsglað og hava so nógv yvirskot. Tey smílast, rópa ”Bula” og klemma alla tíðina!






Í Fiji royndu vit mangt og hvat. Tað villasta eg royndi var Skydive. Vit vóru fýra gentur, sum lupu úr einum flogfari við fallskíggja, og vit valdu allar tað hægstu hæddina – 14.000 feet., sum er 4,26 kilometrar. Tað var púra svakt, og eg kann viðmæla øllum at royna tað!
Eg tók kavaraprógv, tá eg var í Fiji og royndi tí eisini at kava við hávum!
1. desember royndu vit mórubað. Av tí at tað var 1. desembur, fóru vit í nissuhúgvu og sungu jólasangir – sjálvt um tað slett ikki kendist sum jól.
Vit vitjaðu nógvar oyggjar, gingu nógvar túrar í ymiskum regnskógum, royndu at liva sum tey o.s.fr.


Tíðin fleyg avstað, og fólkini, sum eg ferðaðist við og møtti á vegnum, vóru sera fitt!
Samanumtikið var tað ein ógloymandi túrur, og eina ferð ætli eg mær aftur til Fiji!

No comments:

Post a Comment