14.3.13

Ólukkur í MAC

Týsdagin fór eg ein túr framvið MAC Cosmetics í Magasin. Eg ætlaði mær eitt eygnaskugga-duo ílat og ein leysan eygnaskugga í Omega, men sum tit síggja, fór eg avstað við eitt sindur meira enn ætlað - aftrat kom Select Moisturecover concealer og Cremeblend Blush í Ladyblush.

Trýst á "Read more" um tú vilt lesa meira og síggja royndir av vøruni

Select Moisturecover:
Sum eg skilji á lagnum, er Select Moisturecover tynri enn t.d. Studio Finish, og egnar seg væl til undir eyguni og rundan um nøsina fyri meira einstónaða húð. Nú havi eg bert brúkt Select Moisturecover í tveir dagar, men higartil havi eg bert gott at bera. Funkar betri fyri meg enn YSL Touche Éclat (... nú eru nokk fleiri kvinnur sum øtast). Select Moisturecover heldur leingi og sær natúrligur út, men egnar seg ikki til at fjala blettir tí hann er ov tunnur til tað.

Cremeblend Blush í Ladyblush:
Á heimasíðuni Makeup Alley fær hesin kinnareyðin ómetaliga góð ummæli. Man (eg) skal venja seg við at brúka cremeblush, men tá man (eg!) hevur fingið handalagið, rætta kustin og røttu mongdina á kinnarnar er hann perfektur til eitt "natural, radiant dewy finish". Eg brúki #190 Foundation Brush at leggja hann, men ætli mær at finna ein kust sum hóskar betri til. Bæði Knút og Sunnvá høvdu á orði at eg sá væl dæmd út, so eg eri glað!

Eygnaskuggar:
Eg havi brúkt eygnaskuggan Charcoal Brown til eygnabrýrnar, men haldi at hann hevur ein ov reyðan/brúnan undirtóna. Bloggarin Essie-button brúkar bæði Omega og Charcoal Brown til eygnabrýrnar hjá sær, og Sunnvá brúkar Omega til sínar, so eg vildi fegin royna Omega, ið hevur ein kaldari gráan undirtóna. Smyrji uppá við vinkulbust #266 Small Angle Brush, eisini frá MAC.

Og so til the swatches og ein bleikan arm:
MAC er nevnt nakrar ferðir her, men eg vil tó viðmerkja, at eg eri ikki ein MAC genta burturav. Mær dámar væl concealers, eygnaskuggar og kustar hjá teimum, men havi lítlar og ongar royndir við t.d. foundation, varrastiftum o.s.fr. Eg havi eisini havt keðiligar royndir við MAC vøru, harímillum highlighter í Soft and Gentle (ov nógv glimmur), Sheertone Blush í Sincere, varrastift í Twig (hóskar allarhelst betri til eldri kvinnur) og Mineralize Foundation (blendar ikki við mína húð). So MAC er bæði góð og minni góð vøra, men soleiðis er alllarhelst við øllum merkjum.

No comments:

Post a Comment