11.3.13

Forlipt í A.P.C.

Um man hevur fylgt blogginum Dead Fleurette eins og eg, slepst ikki undan at kenna franska merkið A.P.C. Klæðini eru í dýrara endanum, men design, snið, skap, kvalitetur og formur er hareftir.
http://grayzine.no/deadfleurette/2011/02/spring-purchases.html/
Mynd frá Dead Fleurette

Eg havi einki plagg í skápinum við A.P.C. í nakkanum (enn?), men finni íblástur frá kollektiónunum. Myndir frá heyst kollektiónini 2013 eru akkurát komnar út á Style.com, og eg eri forlipt. Ynski mær ein 'pea coat', svartan 'college' jakka, og fari at finna baskara-húgvuna fram.


No comments:

Post a Comment