24.3.13

Eitt ár síðani

Heldur soltið við nýggjum tilfari hjá okkum seinastu dagarnar. Orsøkin er tann, at vit eru í Føroyum! Vit hava tað sum blomman í egginum; vitja vinfólk og familju, hugna okkum og eta góðan mat. Og tá vit ikki gera tað, lesa vit yrkisbókmentir.
Fyri einum ári síðani var støðan eitt sindur øðrvísi. Várið var komið til Keypmannahavnar, og Knút og eg vóru á Lækkerier á Borgergade. Sum tit síggja á myndunum var maturin leskiligur - vit fingu rugbreyðstvíflís við tun, jogurt við músli, køka við myntu og sjokulátu og Oreo ostatertu. Serliga køkurnar vóru lokkandi, og Lækkerier hava altíð eitt stórt úrval av leskiligum køkum.
Vitja Lækkerier á FB her

No comments:

Post a Comment