4.3.13

Adams & Itso

Inside Outside er ein feitur dokumentarur, ið ber til at síggja HER. Dokumentarurin snýr seg um street art og graffiti, og fólkini handan verkini. Tá eg sá filmin, var tað serliga brotið við Adams & Itso, ið fangaði mín áhuga. Tá Knút og eg vóru í Berlin á vári 2012, komu vit framvið hesum myndunum:
For four years we kept a secret under the central station in Copenhagen - A little house next to track 12.
The house was discovered and demolished one year ago. During this past year we built another. A new home in a new place.

11 m2 - One bunkbed, two chairs, a stove, a heater and a sink with limited amount of running water.

A clandestine room for refuge, without rent and with different rules to play by - a secret shelter by the tracks.




Hvat gera teir:
Í 2003 funnu Adams og Itso eitt rúm við spor 12 á høvuðsjarnbreyarstøðini í Keypmannahavn. Teir tóku ymiskt tilfar frá byggiplássum, og gjørdu rúmið til eitt heim, ið rúmdi køk, sengur og myndir á veggjunum. Her búðu teir í 4 ár.
Í februar 2007 bleiv høvuðsjarnbreytarstøðin umvæld, og handverkararnir funnu rúmið. Nakrar vikur seinni var rúmið evni í sendingini "Den 11. time". Eftirlitsmaðurin hjá DSB, Per Buur, var gestur, og  greiddi frá hesum loyniliga rúminum, ið teir høvdu funnið.

Hvørjir eru teir:
Vitanin um hesar harrarnar er avmarkað: Adams er úr Svøríki, Itso er úr Danmark, og teir eru seinast í tjúguárunum/fyrst í tretivuárunum.

Myndirnar:
Í februar 2008 klistra Adams & Itso seks tekstir á seks gamlar DSB vognar. DSB tekur myndir av vognunum, og vísa myndirnar framm í apríl-maj 2008.
Vit spola framm til 2012, Ostbahnhof, Berlin. Knút og eg hava páskafrí, og eru farin til Berlin í nakrar dagar. Vit fara ein ein túr, og ganga framvið hesum uppsløgunum. Somu myndirnar, sum DSB vísti framm í 2008, bert her í 2012 eru tær at finna á einum slitnum veggi aftanfyri jarnbreytarstøðina Ostbahnhof. Hvør hevur hongt tær har, og hví, sigur søgan einki um. Tó frættist, at Adams & Itso hava hildið til á Ostbahnhof eitt tíðarskeið

Adams & Itso
February. 2008

Sendingin, ið bleiv víst - Den 11. time. Áðrenn samrøðuna veit Buur einki um Adams & Itso, so hann fær ein hvøkk tá verturin greiðir honum frá støðuni.

1 comment:

  1. Góður dokumentarur. Tann franski maðurin er eisini áhugaverdur. Serliga hvussu hann arbeiður við ultraviolettum ljósi

    ReplyDelete