30.3.13

Samklipp

Girl - Heidi Andreasen
Bikini time line -  (Ma + Chr)
156-365 - Raintree1969
Samklipp - sum sambært orðabókini er føroyska heitið fyri "collage" - hevur havt mín áhuga seinastu tíðina. Serliga samklippini hjá Heidi Andreasen - inspiratiónin frá science fiction, kláru litirnir og skapini í digitalu listini eru hugvekjandi, og eina ferð skulu verkini hjá henni prýða íbúðina. Fyrsta ískoyti verður plátan Vónin er hjá Guðrun og Bartal, har Heidi hevur gjørt húsan. Fløgan kemur út 5. apríl, og eg gleði meg ómetaliga nógv at hoyra
Vónin er - Guðrun og Bartal

29.3.13

Post Hoydalar - Fiji!

Leygardagin kom eg heim í páskafrí. Tá eg fór inn á kamarið hjá mær, var hendan myndin tað fyrsta eg sá. Tað kennist sum í gjár, at húgvan varð sett á høvdið og lívsgleði var á hægsta støði. Tó er nógv hent síðani hendan dagin.
Tá eg varð liðug í Hoydølum, arbeiddi eg so nógv sum eg kundi. 4. november 2012 fóru eg og tann, sum eg deildi kamar við á eftirskúlanum, til Fiji.Vit fóru við einum donskum felagsskapi, sum eitur Dansk Studie Center. Vit vóru 10 ung og ein leiðari, og vóru í Fiji í eitt sindur meira enn ein mánað.



Á veg til Fiji millumlendu vit í London og Hong Kong. Ferðin var drúgv, men tá vit vóru komin til Fiji, kundi ein ikki hugsa annað enn, at Fiji er fantastiskt! Tað kendist sum, at alt var tikið úr einum postkorti – slíkt útsýni og slíkt hav hevði eg bara sæð í ferðabløðum.





Sjálvt um vit ofta ikki trúðu okkara egnu eygum, tí tað var so fantastiskt, sóu vit eisini umstøður, ið vóru ræðandi. Fiji er eitt fátækt land, og flestu fólk búgva í húsum sett saman av takplátum. Náttúru-umstøðurnar, sum til dømis yvirflóð, gera tað ógjørligt hjá fólki at byggja sær eitt støðufast og varandi heim.
Umstøðurnar eru ringar, og tey flestu hava einans pening til dagin, men kortini havi eg ongantíð møtt einum fólkaslagi, sum eru so lívsglað og hava so nógv yvirskot. Tey smílast, rópa ”Bula” og klemma alla tíðina!






Í Fiji royndu vit mangt og hvat. Tað villasta eg royndi var Skydive. Vit vóru fýra gentur, sum lupu úr einum flogfari við fallskíggja, og vit valdu allar tað hægstu hæddina – 14.000 feet., sum er 4,26 kilometrar. Tað var púra svakt, og eg kann viðmæla øllum at royna tað!
Eg tók kavaraprógv, tá eg var í Fiji og royndi tí eisini at kava við hávum!
1. desember royndu vit mórubað. Av tí at tað var 1. desembur, fóru vit í nissuhúgvu og sungu jólasangir – sjálvt um tað slett ikki kendist sum jól.
Vit vitjaðu nógvar oyggjar, gingu nógvar túrar í ymiskum regnskógum, royndu at liva sum tey o.s.fr.


Tíðin fleyg avstað, og fólkini, sum eg ferðaðist við og møtti á vegnum, vóru sera fitt!
Samanumtikið var tað ein ógloymandi túrur, og eina ferð ætli eg mær aftur til Fiji!

28.3.13

Awesome hósdagur

Í dag er skírhósdagur, og sólin skínur aftur í dag. Hjá okkum er skírhósdagur ein friðarligur halgidagur saman við familjuni. Hendan hósdag fáa tit enn eina ferð eitt úrval av myndum úr inspiratións-mappuni. Trýst á "Read More" fyri at síggja fleiri myndir.

27.3.13

Pastell

Veðrið hevur verið so gott í Føroyum meðan vit hava verið heima. Várið er komið, summarið er fyri framman, og eg havi hug at fáa okkurt nýtt til íbúðina og meg sjálva. Beint nú lati eg hug verða hug, men her er ymiskt í frískum litum, ið fríðkar um og lokkar.

1. Hay Tea towels, 3. Box box, og 8. Minimal bed linen
2: Stine Goya Flutter tie dye dress
4: Kiehl's Creamy Eye Treatment
5: Reebok CL LTHR, pastel
6: Pantone iPhone cover
7: Wolfgang Tillmans Phaidon, 2002
9: Chanel le vernis, Emprise og Fracas

25.3.13

New In



Í seinastu viku fóru Solveig og eg ein túr í býin í Keypmannahavn. Vit vóru mangt annað í endurnýtslu/vintage handlinum Prag, sum liggur á Vesturbrúgv. Hettar var fyrstu ferð eg var inni í handlinum, og mær dámar hann væl. Eg fall fyri hálsketuni og ringinum omanfyri, og eg var ikki í iva, at smúkkurnar skuldu heim við.
Skógvarnir havi eg keypt á alnetinum. Í november millumlendi eg í London. Á flogvøllinum sá eg nógv pør av skóm sum eg kundi hugsað mær, millum annað frá Kurt Geiger. Eg endaði tó "bara" við at keypa eitt par, sum eg havi verið sera glað fyri. Tá eg fór á heimasíðuna hjá Kurt Geiger seinasta mánað, kundi eg ikki halda mær at bíleggja eitt par aftrat, og so var tað enntá á tilboð.

24.3.13

Eitt ár síðani

Heldur soltið við nýggjum tilfari hjá okkum seinastu dagarnar. Orsøkin er tann, at vit eru í Føroyum! Vit hava tað sum blomman í egginum; vitja vinfólk og familju, hugna okkum og eta góðan mat. Og tá vit ikki gera tað, lesa vit yrkisbókmentir.
Fyri einum ári síðani var støðan eitt sindur øðrvísi. Várið var komið til Keypmannahavnar, og Knút og eg vóru á Lækkerier á Borgergade. Sum tit síggja á myndunum var maturin leskiligur - vit fingu rugbreyðstvíflís við tun, jogurt við músli, køka við myntu og sjokulátu og Oreo ostatertu. Serliga køkurnar vóru lokkandi, og Lækkerier hava altíð eitt stórt úrval av leskiligum køkum.
Vitja Lækkerier á FB her

22.3.13

Listar til mangt og hvat


Eg havi ein veikleika fyri listum, og eg skrivi mangt og hvat niður: innkeyp, bøkur eg havi lisið, pløgg eg kundi hugsað mær, gávu-hugskot, ynskilistar os.fr. Tí smíltist eg, tá eg sá, at Matchbook Magazine hevur gjørt ymiskar listar, harímillum: 50 basis pløgg til klædnaskápið, og 50 lutir sum fullfíggja barr-skápið. Til ber at síggja allar listarnar her
Seinni listin omanfyri gevur einum eina mynd av úrvalinum í einum basis-klædnaskápi, tó hettar eisini er treytað av hvat einum sjálvum dámar og sær sum eitt basis-plagg.
Via bloggin Taenkeboksen

21.3.13

Awesome hósdagur

Inspirerað av Créol Brothers og teirra A Collection of Awesome fór eg í inspiratións-mappuna á telduni, og fann ymiskar myndir at deila við tykkum. Sjálv dámar mær ómetaliga væl at fylgja Créol brøðrunum. Trýst á "Read more" fyri at síggja fleiri myndir.




 

20.3.13

Take My Picture



Take My Picture er ein dokumentarur um blogging og street style myndatøku.
Street style myndatøka byrjaði við at vera ein meira ella minni demokratiskur háttur at finna íblástur og síggja mótarák, men hevur ment seg til at vera ein leitan og tráan eftir status, bæði fyri myndatakara og -evni. Ótrúligt at síggja hvussu fotografarnir fylkjast um myndaevnið. Sum Tim Blanks sigur, tað er bert ein spurningur um tíð áðrenn onkur verður ákoyrdur. Dokumentarurin setur spurningin "Has fashion bred its own generation of reality TV stars?", og eg má viðurkenna, at eg haldi tað er komið so langt. Eitt dømi er hendan greinini á Euroman um tá svenski bloggarin Elin Kling var nakin-modell. Sensatión og slatur, men hey, eg las við.

Teir ymisku bloggarnir og myndafólkini, ið eru nevnd: 
Jak & Jil, Tommy Ton
The New York Times, Bill Cunningham leggur eitt slideshow út um vikuna 
Street Peeper, Phil Oh 
The Sartorialist, Scott Schuman

17.3.13

Vár






































Várið nærkast (ikki eitt orð um kavan í Føroyum og forsøgn um kavaódn í Danmark), og eg fái hug at fáa fleiri litir í klædnaskápið.
Eg helt í t-skjúrtuni tá Sunnvá og eg vóru í & Other Stories fríggjadagin, men hongdi hana aftur (ov nógv fólk og kø), men hon virkaði sum ein kandidatur til "the perfect tee". Havi hoyrt nógv gott frá Youtube-bloggarum um Seche Vite neglalakkið, ið bæði heldur væl, styrkir neglirnar og fær neglalakkið at síggja eyka flott út. Og hava tit dyrkað Darth Vader urið? Frá Ebay, og kostar undir 100 kr.

1. Jeans, Marc by Marc Jacobs // 2. T-shirt, & Other Stories // 3. Neglalakk, Seche Vite top-coat // 4. Koppur, Marimekko // 5. Ur, Ebay // 6. Storm Trooper, BR // 7. Styvlar, Topshop

15.3.13

Heilt einkult - Yndisuppskrift

Hesin døgurðin smakkar væl, er sunnur, krevur ikki nógv tilfar og er lættur at gera. Havi við góðum royndum skift tun út við kylling, og halloumi út við frískum mozzarella, og so plagi at brúka frískt fullkorns-pasta. Gott hugskot at gera í vikuskiftinum
Tilfar:
400 g pasta
400 g grønar bønir
3-400 g tunfilet (ella kylling)
250 g halloumi ost (ella okkurt annað slag, t.d. frískt mozzarella)
Basilikumspesto
Olja at steikja við og salt og pipar at krydda við

So er bert at kóka pasta, skera tunfilet og haloumi ost í puntar á 3x3 og steikja á pannuni í 1 minutt á hvørjari síðu, kóka bønir og borðreiða við pesto.
Uppskriftin er at finna í bókini Helt enkelt - mad med 5 ingredienser hjá Carsten Kyster.

14.3.13

Ólukkur í MAC

Týsdagin fór eg ein túr framvið MAC Cosmetics í Magasin. Eg ætlaði mær eitt eygnaskugga-duo ílat og ein leysan eygnaskugga í Omega, men sum tit síggja, fór eg avstað við eitt sindur meira enn ætlað - aftrat kom Select Moisturecover concealer og Cremeblend Blush í Ladyblush.

Trýst á "Read more" um tú vilt lesa meira og síggja royndir av vøruni

12.3.13

& Other Stories


Fríggjadagin opnar "& Other Stories" í Keypmannahavn. H&M kemur við hesum nýggja merkinum, ið er eitt sindur dýrari enn H&M-prísir. & Other Stories fevnir bæði um klæðir, tilhoyr (harímillum skógvar) og vakurleika- og vælveruvøru. Mær dámar sera væl tað minimalistiska sniðið, og eg gleði meg nógv til at føla og síggja klæðini ordiligt. Solveig og eg hava longu avtalað, at vit fara ein túr á Strøget, tá eg fái frí. Síggj fleiri pløgg her.