21.2.13

Real Life Exp.

Norski filminstruktørurin Kristoffer Borgli hevur í samstarv við norska DJ'in Lindstrøm, gjørt ein stuttflilm um tvær gentur, ið av óvart verða læstar inni í eini svimjihøll. Tær sleppa ikki út, og enda við at vera í høllini í fleiri tímar. Tær fáa tíðina at ganga við at fortelja hvørjum øðrum søgur, gráta uppá kommando, tosa franskt, práta, dansa o.s.fr.


Søgan verður fortald á minimalistiskan hátt, og frásøguhátturin er róligur, vakur, hugsunarsamur og poetiskur, og fær frítt spæl hesar 10 min. filmurin er.
Eg haldi, at filmurin er hugtakandi og vakur, og tónleikurin er feitur. Mær dámar væl Lindstrøm, og hevði gleðina at síggja hann upptraðka saman við songkvinnuni Christabelle á Roskilde Festival 2010. Eisini er tankin um at verða innilæstur í einari svimjihøll undrandi hugtakandi.

Meira um Kristoffer Borgli: Heimasíða, Vimeo

No comments:

Post a Comment